Í morgin skal forsetin í FIFA veljast, og í tí sambandinum eru trý umboð úr føroyska fótbóltssambandinum farin til Sveis.
Fleiri valevni vórðu upprunaliga í uppskoti at loysa Sepp Blatter úr stólinum, sum hann hevur sitið í síðani 1998, men ein eftir ein eru tey fallin frá, so at tað nú einans eru tveir mans eftir.
Hesir eru sitandi forsetin og sveisarin Sepp Blatter, og Prince Ali bin Al-Hussein úr Jordan, sum Fótbóltssamband Føroya sigur seg fara at stuðla.
Farnu árini hava stór ivamál tikið seg upp viðvíkjandi mannagongdunum hjá FIFA, tá ið eitt nú HM varð latið upp í hendurnar á Russlandi og Katar, og í hesi vikuni vórðu ikki færri seks leiðandi persónar handtiknir, meðan 14 eru undir illgruna fyri hvítvasking av pengum og mutur.
Undan forsetavalinum hevur verið mikið rumbul kring evstu leiðsluna í FIFA, har seks persónar eru handtiknir, og 14 eru undir illgruna fyri hvítvasking av pengum og mutur.
Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandinum, er staddur í Sveis í løtuni og sigur, at rumblið setir stóran dám á forsetavalið. Trýst á pílin undir myndini, fyri at hoyra samrøðuna við Christian Andreasen.