- Altíð keðiligt tá fólk ikki hava álit á øðrum

Fólkaflokkurin vil hava Jógvan við Keldu frá sum landsstýrismann, tí teir ikki hava álit á honum. - Tað undrar meg almikið, at fólkaflokkurin ikki hevur álit á einum manni, sum hevur tænt flokkinum í meiri enn 35 ár, sigur hann.

Innlendismálaráðið: Tað er ein spent støða í Innlendismálaráðnum. Klokkan er farin at nærkast fimm seinnapartin ígjár.
Við borðið situr innlendismálaráðharrin, Jógvan við Keldu og bíðar. Tað hevur hann longu gjørt eina góða løtu, men nú kann tað koma hvørja løtu: Brævið frá løgmanni. Brævið um uppsøgnina.
Jógvan við Keldu veit, at floksmenn hansara á tingi hava ikki longur álit á honum sum landsstýrismanni. Og tað hava teir tí eisini boðað hægsta manni landsins frá.
Alt meðan tíðin gongur veit landsstýrismaðurin, at klokkan í roynd og veru hevur sligið: Tað er 99,9 % víst, at hann má frá sum landsstýrismaður.
Tað fer hann kortini ikki við góðum. Tað má løgmaður sjálvur gera í brævi. Tað brævið er ikki komið enn. Og tíð bíðar hann, og bíðar framvegis, tá klokkan er vorðin ein minutt í fimm.
- Nå, nú koma tíðindini. Kanska teir vita okkurt nýtt at siga mær, sigur Jógvan.
Hann tekur fjarstýringina og løtu seinni sjangra nakrir tónar frá einum lagi út gjøgnum útvarpslurtin. Hann setur seg væl til rættis í stólin fyri at lurta.
- Hmm, tað er undarligt. Hví skal altíð tað besta koyrast frá, sigur hann við eitt sindur av skemtiligum speisemi í tónalagnum.
Aftanfyri orðini hómast kortini ein farri av djúpum álvarsemi.
Nú ljóðar eyðkennislagið hjá útvarpinum. Klokkan er fimm. Nú koma tíðindini.

Sterkar kreftir
Tíðindini um broytingarnar innan landsins leiðslu bórust fyrst á heimasíðuni hjá lokalblaði norðoyinga  Norðlýsinum  tíðliga seinnapartin ígjár.
Av einihvørjari orsøk høvdu umboð fyri hetta blaðið skundað sær suður til Havnar, og vóru júst á skrivstovuni hjá innlendismálaráðharranum, tá tosið byrjaði at ganga um ætlaðu uppsøgnina ...
Blaðið skrivar: "Fólkaflokkurin og Løgmaður vilja hava Jógvan við Keldu frá. Nógv fundarvirksemi hevur seinastu 14 dagarnar verið í Fólkaflokkinum har sterkar kreftir saman við Løgmanni hava vilja havt Jógvan við Keldu úr landsstýrinum, men landsstýrismaðurin hevur gjørt greitt at hann ikki er sinnaður at leggja frá sær".
Klokkan er 16:45. Tað er hósdagur 1. desember 2005, og enn er hann ikki farin frá, og er eiheldur koyrdur frá. Situr við borðið í innlendismálaráðnum og tosar í telefon.
Konan hevur ringt fyri lítlari løtu síðani, og nú er tað ein annar limur í familjuni sum ringir. Viðkomandi hevur frætt tíðindini og vil hava at vita, hvussu hann hevur tað.
- Hvussu støðan er? Hon er fín, skal eg siga tær.

Ikki illsinnavætti
Tey práta eina løtu aftrat, og persónurin í hinum endanum hevur nú helst spurt, um Jógvan ætlaði at leggja frá sær.
- Nei, vinurin. Eg ætli mær ikki at leggja nakran kong. Tað kundi ikki fallið mær inn at sagt meg frá!
Greið orð frá einum manni, sum veit at honum um stutta tíð - helst - verður vístur durafjórðingurin úr Tinganesi.
- Jú, sjálvandi er slíkt altíð keðiligt. Eg veit ikki rættiliga, hvat eg skal siga. Tað er sjálvandi altíð keðiligt, tá fólk ikki hava álit á einum.
- Men eitt veit eg: Kolerikari  illsinnavætti, blm.  havi eg ongatíð verið, sigur hann.
Hann leggur stillisliga fartelefonina á borðið aftur. Men hann er skjótur aftur í miðlaheimin  tí, hvat var tað nú, sum stóð á Portalinum?!

Uttan álit
Hesin seinasti persónurin í telefonini hevði sagt okkurt um, at vantandi álit var á hann innanhýsis í fólkaflokkinum.
Jógvan lesur á Portalinum: "Vælvitandi keldur, sum ikki vilja verða nevndar, vilja verða við, at Jógvan við Keldu heilt skjótt fer at leggja frá sær, tí at hann ikki hevur stuðul í sínum egna flokki at røkja landsstýrissessin".
Jógvan má líka lesa hetta einaferð enn fyri at fáa alt við, sum er skrivað um hansara starv sum landsstýrismaður hesa seinastu løtuna.
- Handa orðingin um stuðulin, tja, hon kundi verið betri orðað av blaðmanninum. Tað haldi eg.
- Hevur flokkurin ikki álit á mær, so havi eg í øllum førum álit á mær sjálvum. Hinvegin so undrar tað meg, at flokkurin ikki hevur álit á einum manni, sum hevur tænt flokkinum í meiri enn 35 ár, sigur hann, eitt sindur kensluborin á røddini.

Óheppin úttalilsi
Klokkan er nú fimm, og tíðindini í útvarpinum byrja. Man ikki orðið "Jógvan" verða fyrsta orðið í tíðindunum henda seinnapartin?
Jú, so er. Útvarpskvinnan byrjar við stutt at staðfesta og at siga, at Jógvan við Keldu fer frá sum landsstýrismaður.
Henni hevur ikki eyndast at fáa fatur á øðrum tíðindum enn teimum, sum Norðlýsið bar ein góðan tíma frammanundan.
Jógvan situr kvirrur í stólinum og lurtar. Brillurnar hevur hann tikið av, og situr  hugsunarsamur - við teimum í hondini.
Tíðindini um hesa nýggju politisku støðuna taka bert fá sekund. So verður farið víðari út í heim við tíðindum.
Jógvan situr eina løtu aftrat, líkasum fyri at sodna tíðindini. Hann veit, at hann er komin við úttalsilsum, sum fólk hava mett sum óheppin.
- Men eg haldi ikki, at tað er orsøk at koyra ein landsstýrismann av hesi orsøk, sigur hann.

Bíði ikki longur
Klokkan gongur, og enn hevur hann so einki hoyrt frá løgmanni.
Júst, hvat løgmaður ger hesa løtuna veit Jógvan ikki. Men løgmaður tykist vera nógv upptikin í telefonini, og sæst gangandi og tosandi í fartelefon í ovari hæddini á skrivstovu sínar.
- Nå, men eg veit ikki, hvussu leingi eg skal bíða aftrat. Her sær ikki út til at henda nakað.
Stjórin í innlendismálaráðnum, Rúni Joensen og ein skrivari hava eisini lurtað eftir útvarpstíðindunum inni á skrivstovuni hjá Jógvani.
Tey fara nú út, og Jógvan situr framvegis hugsunarsamur í stólinum.
- Nå, men eg tími ikki at bíða longur eftir løgmanni. Eg veit ikki, nær hann kemur, so eg sleppi mær bara norður!
Hann hyggur eftir klokkuni. Og andlitið lýsnar í.
- OK, hon er ikki meiri, sigur hann.
Hann skundar sær til telduna, og inn á heimasíðuna hjá tí eina stovninum, sum hoyrir undir hansara málsøki - Strandferðsluna og her undir Oyggjaleiðir.
Hann blaðar fram til leið 50  Klaksvík-Leirvík. Og tvey sekund seinni hevur hann fingið tann upplýsingin, hann ynskti.
- Báturin fer kl. 18:40 av Leirvík. Nå, ikki fyrri. Men so havi eg góða tíð - ein tíma og 25 minuttir.

Vælkomin norður
Hjá Jógvani er eingin orsøk at rudda sær skrivaraborðið. Tað er longu ruddað - ikki bara henda dagin, men tað er tað hvønn einasta dag.
Í eini sofu liggur frakkin og dokumentmappan. Hann fer í frakkan og tekur dokumentmappuna í hondina.
Enn er hann landsstýrismaður. Enn er hann ikki koyrdur frá. Enn er hann í starvi.
Hvussu leingi aftrat, veit hann ikki. Tað avgerð løgmaður. Hann skal undirskriva uppsøgnina.
- Hann skal vera vælkomin norður við brævinum. Eg skal nokk syrgja fyri, at hann kann sleppa koyrandi gjøgnum Norðoyatunnilin, sigur Jógvan.
Hann biðjur starvsfólkunum farvæl. Fer út í tann náttarmyrka høvuðsstaðin. Hesaferð sum landsstýrismaður. Kanska fyri seinastu ferð.
Nær tað skal vera, kann hann gerast fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum.
Kanska longu í bilinum á veg norður til Klaksvíkar!