Alt klárt – uttan avgjaldið

Rúsan stendur klár at lansera sterkt øl oman fyri 5,8%, men enn verður bíðað eftir løgtinginum, sum skal avgreiða avgjaldið á sterkum øli.

Minni enn ein vika er eftir, til loyvt verður at selja øl við óavmarkaðari alkoholstyrki, men en hevur Løgtingið ikki fingið upp í lag at avgreiða lógaruppskotið um avgjald á sterkara ølinum.

Málið liggur í nevnd enn, og skal gjøgnum tvær viðgerðir aftrat í Tinginum, so tað kann saktans náast til mánadagin – við frávikið í tíðarfreistini, um so skal verða.

- Vit hava linað alt upp til at verða klárir til mánadagin, men tað hevði sjálvandi verið ynskiligt at fingið greiði á viðurskiftunnum viðvíkjandi avgjaldinum fyrst, sigur Allan Skaalum, virkansi stjóri í Rúsdrekkasølu Landsins.

Hann sigur, at hjá teimum er alt líka ógreitt sum hjá øllum øðrum.

- Okkara uppskot, um málið ikki er avgreitt áðrenn mánadagin, er, at brúka avgjaldið á øli oman fyri 4,6%, eins og TAKS mælir til. Og tað merkir eitt lægri avgjald enn tað, sum liggur í uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum, sigur Allan Skaalum.

Hann sigur, at Rúsan er partur av almennu skipanini, og koma boð úr Vinnumálaráðnum hendan vegin ella hin vegin, so er álagt teimum at fylgja hesum boðum.

- Tað er kortini greitt, at loyvt er at selja sterkt øl frá 1. apríl, og eg rokni við, at vit verða nakað klókari komandi dagarnar, sigur Allanb Skaalum.