At noyðast uttanlands eftir serfrøði á læknavísunda økinum er heldur ikki ókeypis. Vikarar sum eru starvssettir upp á deiltíð fyri ávíst fast avgjald, har frástøðutillegg og onnur avgjøld gera rokningina dýra, ávirkar heildarútreiðslurnar í stóran mun. At júst hetta skapar ótrivnað millum tey, sum annars eru fast knýtt at ávísu deildunum á einum sjúkrahúsi, er onki at siga til. Júst hetta hevur ein óynsktan ójavnað við sær, sum als ikki betrar um eina sunna trivnaðarstøðu. Heldur tvørtur ímóti.
At skúgva viðurkendar og ábyrgdafullar læknar burturúr ynskistarvi sínum, er heldur ikki ókeypis. Slíkt er burtur úr vón og viti, serstakliga tá talan er um umsitingarligt fusk í leiðslunnar trappustiga. At sakin hjá viðkomandi, ongantíð fekk mannsømiliga viðgerð, man hava sína grund.
Í føroyska landsfíggjarlógaruppskotinum 2008 stóð sjúkrahúsverkið annars til at mangla umleið 30 milliónir krónir til “heilivág” og “lønir”, men fekk onki. Spurningurin er so, hví so var.
Hetta er ein góður spurningur, sum krevur eitt holdbart svar.
Sjúkrahúsverkinum tørvar sum kunnugt einar 30 mill. krónur. Lítil fuglur sang fyri mær, at í 30 millióna upphæddini er ein postur, sum er eitt sjeysiffrað krónuvirði, fyri at tænastumannakanningin, sum eftir áhaldandi umbøn bleiv noktað ávísum persóni, ístaðin bleiv “keypt” burtur úr systeminum? Er tað veruliga so galið, at okkara skattapengar vera brúktir, sum heftiplástur á sárið, sum ódugnaskapur í umsitingini er atvoldin til?
Hesir purningarnir eru settir til avvarðandi mynduleika at svara.
Og enn eru ikki allar súðir syftar.