Tað eru alt ov fá, sum lata seg koppseta fyri HPV-virus, sum elvir til fleiri sløg av krabbameini, serliga krabbameini í lívmóðurhálsinum. Tað verður staðfest í nýggju Krabbameinsætlanini, sum nú er handað landsstýrinum.
HPV er eitt heilt vanligt virus, sum smittar við kynsligari samveru og hjá summum elvir tað til krabbamein.
Í 2009 fingu føroyingar tilboð um ókeypis koppseting fyri HPV. Í fyrstu atløgu fevndi tilboðið bert um gentur, sum vóru 14 ár, men síðani hava fleiri fingið sama tilboð og seinastu tíggju árini hava kvinnur, sum eru føddar 1. januar 1985, ella seinni, havt tilboð um ókeypis koppseting fyri HPV. Tilboðið er galdandi fyri kvinnur í aldrinum 12-27 ár. Í juli 2019 varð tilboðið víðkað til eisini at fevna um dreingir og sostatt kunnu dreingir í aldrinum 12-17 ár, eisini verða koppsettir ókeypis fyri HPV.
Koppingarevnið verjir ímóti teimum sløgunum av HPV, ið elva til umleið 90 prosent av øllum tilburðum av krabbameini í lívmóðurhálsinum. Mett verður, at hjá teimum kvinnum, sum eru koppsettar, minkar vandin fyri at fáa krabbamein eini 90 prosent, tá kvinnan er koppsett.
##med2##
Í talvvuni oman fyri sæst, hvussu nógvar kvinnur og menn í Føroyum, sum eru fødd í tíðarskeiðnum 1997-2008, hava tikið av tilboðnum um at verða koppsett. Av tí, at fólkatalið broytist, og fólk flyta til og úr Føroyum, kann tað vera trupult at vísa í prosentum, hvussu stórur partur av einum árgangi er koppsettur eitt nú sæst, at yvir 100 prosent av gentunum, sum eru føddar í 1997, eru koppsettar. Orsøkin kann vera, at síðani 1997 eru gentur fluttar til Føroyar, og eru koppsettar her.
Sum tað sæst í talvuni, er tað sera stórur munur á bæði, hvussu nógv í hvørjum árgangi taka av tilboðnum um HPV koppseting - og tað er eisini stórur munur á kvinnum og monnum.
At kalla allar kvinnur, sum eru føddar í árunum 1997-1999, hava tikið av tilboðnum um HPV koppseting. Men tá ið talan er um kvinnur, sum eru føddar frá 2000 til 2008 er undirtøkan bara ímillum 41 og 79 prosent. Samstundis eru tað fáir menn í øllum aldursbólkum, sum eru koppsettir. Undirtøkan liggur bara ímillum 1 og 28 prosent.
– Talvan vísir, at sum heild er undirtøkan fyri koppsetingini alt ov lág, bæði hjá kvinnum og monnum, siga tey í krabbameinsætlanini. Tey leggja afturat, at tí er tørvur á at seta munadygg tiltøk í verk fyri at økja um undirtøkuna fyri koppsetingini.