- Altíð stuttligt at vinna

Toftamenn hava styrkt sær um liðið við fyrrverandi landsliðskempuni, John Petersen, sum í løtuni er heima í summarfrí. Í finaludystinum móti B71 hóskvøldið var John í álopinum hjá toftamonnum í 80 minuttir, og hann fekk eisini víst sítt eyðkenda máltev.
Men er tað ikki trupult hjá einum spælara, ið er vanur við at spæla landsdystir móti stórum tjóðum, finalur um Løgmanssteypið og dystir, har FM-heiti stendur upp á spæla, at seta seg upp til dystir við einum liði í næstfremstu deildini:
- Nei, tað er ikki so galið. Nú havi eg bert verið við hjá B68 í tveir dystir, og í báðum førum hevur talan verið um avgerandi dystir. Fyrri dysturin var í landskappingini móti FS Vágum, og hin er so steypafinalan í dag. Hvussu verður, tá ið vit skulu spæla móti onkrum av lægru liðunum í 2. deild, veit eg ikki, sigur John Petersen.
Fyrrverandi framherjin á føroyska landslinum leggur afturat, at tað er altíð stuttligt at vinna, og tí hevur ein slíkur dystur sum finalan móti sandoyingum eisini nakað at siga.
John hevur seinasta hálvárið leikt við Holstebro í Danmark, sum flutti út úr triðbestu donsku deildini. Eftir summarfrítíðina fer John at spæla við Skive í danmarkarseriuni, sum hann eisini leikti við í 1994/95, tá ið hann las í Skive.