Kári á Rógvi løgtingsmaður og doktari í lóg
------
Notatið hjá justitsministeriinum var bluff. Ráðandi fakliga sjónarmiðið er, at lond og tjóðir sum vit hava stóra nyttu av egnari grundlóg í felagsskapi. Men hvat skal standa í?
Vit kunnu flokka fatanir av stjórnarrætti í tveir bólkar. Tey ið halda valdið koma frá harðskapi; og tey ið halda valdið koma frá undirtøku. Hetta seinna sjónarmiðið liggur t.d. undir amerikansku óheftislýsingini frá 1776, norsku grundlógini frá 1814 og donsku ríkisgrundlógini frá 1849. Hitt fyrra sjónarmiðið, sum t.d. Mao Tse Tung stendur fyri (“valdið kemur úr byrsumúlanum”), er tíverri komin inn sum faklig spilla hjá teimum, ið lósu jura í Kjøbinhavn fram til 1990’ini. Hesi fólkini hava eisini lært ymiskt, sum hvørki hevur søguligt ella felags europeiskt jørðildi, t.d. trúgva tey, at ALS ikki er lov (don’t ask), at talufrælsið bert er formligt (at alt kann bannast), og at Danmark knappliga gjørdist eindarstatur (Føroyar eru at meta við Amager, stóð at lesa í lærubókini á K.U.).
At hava lisið statsrætt á Københavns Universitet í farnum tíðum má hava verið nakað sum í Moon-rørsluni ella kanska onkrari asketiskari oyðimarkarsekt, tí tað ger fólk undarliga hugsjónarliga tváaði og pírin. Ein juristur, sum enntá hevur verið virkin í fótbóltssambandinum, ið eftir donsku teoriini ikki kann vera limur í altjóða felagsskapum, har Danmark longu er við, skrivaði í bløðunum, at føroysk stjórnarskipan ber ikki til – ‘tí hann hevði onki lisið um hana á K.U.’ – svarandi til at siga ‘nú sigur Einstein, at alt er relativt; onki stóð um tað í lærubókini á K.U. fyri 20 árum síðani!’
Betra og rættara sjónarmiðið í stjórnarrætti er hetta: Føroyingar er eyðsýndir at staðfesta, teir eru tjóð, búgva í landi, sum í øldir hevur verið egið løgdømi við egnari óskrivaðari stjórnarskipan, egnum tingi, lógum, venjum og rættindum. Í mangar øldir vóru teir tengdir at sama kongshúsi sum mong onnur lond, men donsk nationalisma og serliga faklig fanatisma frá sonevndum juridiskum positivistum hava forðað fyri teirri norrønu loysnini við egnari skrivaðari stjórnarskipan – sum Noreg hevði frá 1814, og Ísland hevði frá 1874 – uttan at loysa frá samveldisstøðuni. Teir ópragmatisku positivistarnir fækkast tó nú í tali, og hitt so kenda notatið frá 2. juni 2010 var bert roynd at bluffa við óhaldbarum sjónarmið (men bluffið eydnaðist so ímóti løgsøgumanni føroyinga). Vísi til grein í komandi útgávu av tíðarritinum Juristen fyri tey serliga áhugaðu.
Í Føroyum skulu føroyingar ráða
Í uppskotinum um stjórnarskipan siga vit sum Andrass Samuelsen á sinni, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Alt vald kemur frá Føroya fólki, tí er stjórnarskipanin fremri enn danska ríkisgrundlógin, sum tó sjálvandi skal virðast í framhaldandi samveldi, men hon er fyrst og fremst Danmarkar innlendis stjórnarskipan. Broytingar skulu gerast, ja; men ikki í ásetingunum um tjóðskaparspurningin. At valdið kemur frá fólkinum, at sjálvsavgerðarrætturin er ómissandi, at sjórnarskipanin er evsta skjalið, at støða okkara nú er sáttmálakend samveldisstøða, at føroyingar kunnu hava egnar ásetingar um mannrættindi og rættarskipan – har verður onki broytt.
Nógv umrøddu neyðugu broytingarnar skulu gerast á økjum, har danska grundlógin er fátækslig, serliga innan nútíðar rættindi sum fyrisitingarrættindi, tilfeingi, umhvørvi og orðing av rættargrundreglum sum líkaregluni, umframt á økjum, sum í dag standa illa hagreidd í teirri vánaligu stýrisskipanarlógini, sum vit mugu loysa av við meiri fullbornari stjórnarskipan.
Alt vald í Føroyum kemur frá Føroya fólki, allir myndugleikar mugu hava undirtøku frá fólkinum.