? Alternativið hjá andstøðuni er loysnin

? Tað, sum Anders Fogh Rasmussen førir fram, samsvarar ikki heilt við politikkin hjá Sambandsflokkinum, hóast hann eisinin hevur flutt seg. Tað samsvarar als ikki við fullveldisætlina hjá landsstýrinum, men tað er fult og heilt í tráð við okkara politikk og við tað, sum vit løgdu fram á teimum viðgitnu kaffifundunum við samgonguna í 1999, sigur Jóannes Eidesgaard


? Sjónarmiðini hjá Anders Fogh Rasmussen eru fult í tráð við sjálvstýrispolitikkin hjá Javnaðarflokkinum.
Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, sum er sera fegin um, at forsætismálaráðharrin hevur gjørt púra greitt, at sjálvstýrisleisturin, sum Javnaðarflokkurin hevur lagt í uppskotinum um sjálvstýrslóg, uttan trupulleikar kann fáa undirtøku í stjórnini og á fólkatingi.
? Eg gjørdist eisini sera fegin, tá forsætisráðharrin á tíðindafundinum í Tingnesi varð spurdur um ognarrættin til ráðevnini í undirgrundini, sum Tjóðveldisflokkurin hevur sátt so nógvan iva um seinastu tíðina. Anders Fogh Rasmussen gjørdi púra greitt, at undirgrundin hoyrir til ríkisfelagsskapin, men at eingin ivi er um, at tað sum møguliga er í undirgrundini, tað eiga føroyingar, og tað kann eingin taka frá okkum, sigur Jóannes Eidesgaard.

Fogh og Nyrup líkir
Á Føroyavitjan síni hevur Anders Fogh Rasmussen ikki dult fyri, at hann vil »rætta álitið uppaftur« millum Føroyar og Danmark, og hann tosar um »eina nýggja byrjan«.
Jóannes Eidesgaard heldur, at tað í roynd og veru ikki er nakar munur á fyrrverandi forsætisráðharranum, Poul Nyrup Rasmussen og Anders Fogh Rasmussen.
? Anders Fogh Rasmussen sigur ikki annað enn tað, sum Poul Nyrup Rasmussen hevur sagt, síðani samgongan saðlaði um í fullveldismálinum og fór at arbeiða eftir heimastýrislógini. Anders Fogh Rasmussen er meira kontantur enn Poul Nyrup Rasmussen var, og hann dugir betur at smílast, heldur Jóannes Eidesgaard, sum annars dámar væl framferðarháttin hjá nýggja forsætisráðharranum.

Løgin fagnaður
Men formaður Javnaðarfloksins undrast á fagnaðin hjá Høgna Hoydal og Anfinn Kallsberg. Hann heldur, at ambitiónsstøðið hjá samgonguni er dalað sera nógv.
? Tað hongur illa saman, tað sum hesir menn nú siga. Hugsa vit um fólkini, sum fóru upp á gólv á Gamla Apoteki í mai 1998, tí nú skuldu Føroyar loysa frá Danmark, so er tað løgi, at hesir somu menn nú eru so ovurfegnir um, at forsætismálaráðharrin lovar teimum at yvirtaka eftir heimastýrislógini.
Jóannes Eidesgaard sigur, at tað er einki nýtt í tí, at vit kunnu yvirtaka mál, sum hvørki standa á lista A ella lista B í heimastýrislógini, tí hetta hava vit gjørt fyrr.
? Hetta eru møguleikar, sum hava staðið opnir í 54 ár, sigur hann.
? Eg veit ikki, hvat Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal halda um veljaran, men eftir mínum tykki halda teir veljararnar fyri tað turra spott, og tað prógvar best yvirlýsingin frá fundinum millum Anders Fogh Rasmusen og løgmann, har tosað verður um »overtagelser af yderligere sagsområder inden for grundloven og rigsenhedens rammer«.
Jóannes Eidesgaard heldur, at fullveldi nú liggur langt frammi í tíðini. Hvussu langt frammi vil hann ikki siga.

Fogh partur av bankamálinum
Á vitjanini í Føroyum segði Anders Fogh Rasmussen, at størsta orsøkin til »vánaliga tónalagið« millum Føroyar og Danmark var at finna »i den ulykkelige banksag?«, sum undanfarna stjórnin handfór so illa.
Um hetta sigur Jónnes Eidesgaard, at er fyri so vítt rætt.
? Men vit eiga tó eisini at hava í huga ?· fyri at tað søguliga skal vera í lagi ? at Anders Fogh Rasmussen ver skattamálaráðharri í stjórnini hjá Schlüther, sum sat við valdi, tá Sjóvinnubankin fór av knóranum, og tá Fíggingargrunnurin og Fiskavirking vórðu »uppfunnin«.
Tí heldur Jóannes Eidesgaard, at tað tykist, sum um hann roynir at turka alla skuldina upp á fyrrverandi stjórnina, og at tað bara er partvíst rætt.
? Eisini er vert at hava í huga orðini, sum Anders Fogh Rasmussen varð nógv kritiseraður fyri, tá hann í mars 1998 sum næstformaður í Venstre segði, at «nu lægger vi låg på banksagen?«. Hesi orð, sum Jóannes Eidesgaard heldur, kanska vóru orsøkin til, at Sambandsflokkurin misti fólkatinsumboðanina í 1998.

Føroyingar gera sjálvir av
Tá forsætisráðharrin hitti løgingsmenn seinnapartin mánadagin, spurdi Jóannes Eidesgaard hann um sjálvsavgerðarrættin, sum so ofta verður havdur á lofti í tinginum. Serliga tjóðveldismenn føra fram, at hava vit brúkt okkara sjálvsavgerðarrætt einaferð, eitt nú til eina skipan innan fyri ríkisfelagsskapin, so kunnu vit ikki brúka hann einaferð afturat, t. d. til fullveldistøkuna.
? Men hetta sópaði Anders Fogh Rasmussen av borðinum. Hann segði, at tað stendur altíð upp til okkum føroyingar sjálvar at gera av, um vit vilja úr ríkisfelagsskapinum ella ikki, sigur Jóannes Eidesgaard.

Loysnin er ein sjálvstýrisskipan
Formaður Javnaðarfloksins er sannførdur um, at tann einasta loysnin, sum kann savna næstan allar føroyskar flokkar, er ein nýggj sjálvstýrisskipan. Hann skilir eisini á forsætisráðharranum, at hetta er tað hann leggur upp til.
? Tað, sum hann førir fram, samsvarar ikki heilt við politikkin hjá Sambandsflokkinum, hóast hann eisinin hevur flutt seg. Tað samsvarar als ikki við fullveldisætlina hjá landsstýrinum, men tað er fult og heilt í tráð við okkara politikk og um tað, sum vit løgdu fram á teimum viðgitnu kaffifundunum við samgonguna í 1999, sigur Jóannes Eidesgaard.
? Tjóðveldismenn skiltu ikki boðskapin, tá vit løgdu hann fram, men nú ein danskur forsætisráðharri leggur sama boðskap fram fyri teir ? á donskum, nú jubla teir, sigur Jóannes Eidesgaard, sum heldur støðið verða lagt, soleiðis at ein nýggj samgonga eftir valið kann fáa í lag eina nýggja skipan millum Føroyar og Danmark ? eina sjálvstýrisskipan innan fyri ríkisfelagsskapin.