Altjóða Aktiónsdagur Reingerðarfólksins

Um allan heim halda fakfelagsfólk dagin, tey byrjaðu átakið: ?Rættindi og virðing fyri reingerðarfólki.??
Uttan reingerð hevði tú ferðast í skitnum terminali, flogfari, bussi, ferju, toki, tú hevði ikki kunna nýtt vesi.
Skurðlæknar kundu ikki skurðviðgjørt. Skúlar, sjúkrahús, ellis- og røktarheim, dagstovnar, matstovur, gistingarhús við meira høvdu stongt.
Matvøruframleiðsla hevði steðgað, stutt sagt, allur heimurin hevði verið ein hurlivasi.