Mótaserfrøðingar, mótablaðfólk og danskir kendissar eru komin til Føroyar á altjóða mótasýning. Dagurin byrjaði í Mullers Pakkhúsi við reseptión, áðrenn leiðin gekk vesturaftur til mótasýning
Gestirnir hjá Guðrun og Guðrun vóru sera hugtiknir av øllum, sum tey sóu og upplivdu. Millum gestirnar vóru fólk frá Japan, Italia, Danmark, Svøríki og Noreg.
- Hetta er framúr hugtakandi, segði ein av gestunum.
- Vanliga standa vit í kø til eitt glas av champagnu, men her fáa vit privatflogfær, sighseeing túr við Guðrun og Guðrun sum guides og nú eina lekra máltíð, segði gesturin í Mullers Pakkhúsi
Fólk virkaðu at vera spent til mótasýningina og serliga harrakollektiónina. Og tey vóru eisini púra samd um, at hetta fór at lata hurðar upp í útlandinum.
Sambært Guðrun Ludvíg hevur kravgangur verið eftir billettum. Fólk niðri hava ringt og spurt, um tey kunnu fáa billet, tí tey hava hoyrt um hetta serliga tiltak, greiðir hon frá.
Ein málningaframsýning var hongd upp við málningum eftir bæði Zachariasi Heinesen, Anker Mortensen og Hansinu Iversen, ímeðan Uni Debess stóð fyri tónleikinum. Matur og drekka varð latin av Hotel Tórshavn, og seinnapartin var mótasýning á flogvøllinum.
Sosialurin hevur størri myndafrásøgn í blaðnum í morgin, og Rás2 og Portalurin fylgja eisini tiltakinum