ÍSF-forsetin, Petur Elias Petersen, hevur sent miðlunum bræv, har hann vísir á, at har Føroyar luttaka í altjóða ítróttakappingum, skapa vit yvirskriftir. Tí er ógvuliga umráðandi, at løgtingið, tá næsta fíggjarlógin verður smíðað, fer at standa saman um føroyskan úrvalsítrótt.
- Hetta hava vit sæð innan eitt nú fótbólt, hondbólt og flogbólt, og seinastu árini hevur svimjingin veruliga sett Føroyar á heimskortið. Pál Joensen heldur fram at fremja brøgd - hesa ferð við HM í Shanghai, har hann hevði góð úrslit í finalum, norðurlendsk met og tíðir, ið kvalifisera hann til Olympisku Leikirnar í London næsta ár.
ÍSF-forsetin sigur, at Pál Joensen og venjari hansara, Jón Bjarnason, eru undangongumenn innan føroyska svimjing.
- Teir stremba eftir at røkka málum, sum fyri bara nøkrum fáum árum síðani vóru óhugsandi, og teir draga í løtuni restina av svimjingini í Føroyum við sær. Vónin er, at teirra stríð eisini kann kveikja neistan hjá evnaríkum ítróttafólkum og venjarum innan aðrar ítróttagreinir at seta sær langtíðar mál.
Petur Elias Petersen vísir á, at á alskyns sjónvarpsrásum, í bløðum og internetsíðum kring heimin ganga søgurnar um ævintýrið, at ein føroyingur við eyðmjúkum venjingarumstøðum er partur av heimselituni.
- Tað eru júst slíkar søgur, sum miðlarnir hungra eftir at siga frá, og tað eru júst slíkar søgur, sum vit føroyingar elska at hoyra um Føroyar, tá útlendskir miðlar rósa einum av okkara.
Í greinini vísir ÍSF-forsetin á, at løgtingið valdi við breiðari semju at seta pening av til úrvalsítrótt á fyrsta sinni á fíggjarlógini fyri 2009. Talan var um truplar tíðir, har sparast skuldi á øllum økjum, men kortini fann tingið saman í tí trúgv, at ein íløga í úrvalsítróttin fór at kasta nakað av sær. Tann trúgvin varð ikki gjørd til skammar.
- Bróðurparturin av játtanini til úrvalsítrótt er farin til at stuðla virkseminum hjá Pál Joensen. Fyri at vera partur av heimselituni krevst, at til ber at luttaka í kappingum og venjingarlegum kring heimin, júst har og tá tað passar best til kappingarárið hjá svimjaranum.
Petur Elias Petersen vísir á, at stuðulin til úrvalsítrótt gevur eitt íkast til virksemið hjá Pál, men kortini hevur hann bert ein brotpart av fíggjarligu orkuni at arbeiða við, sum teir, ið hann kappast ímóti, hava.
- Føroyska samfelagið eigur í framtíðini at stuðla føroyskum úrvalsítrótti og seta munandi upphædd av, so stuðulin veruliga ger mun og kann koma fleiri til góðar. Føroyar og føroysk ferðavinna hava gyltan møguleika at nýta góðu úrslitini hjá føroyingum innan ítrótt í síni marknaðarføring av Føroyum.
ÍSF-forsetin vísir á, at umrøðan, sum føroyskur ítróttur fær í bestu senditíð kring heimin, hevur lýsingarvirði, sum valla kann gerast upp í pengum.
- Tí er ein íløga í úrvalsítrótt eisini ein íløga í altjóða profilin hjá Føroyum, sigur ÍSF-forsetin, sum vónar, at løgtingið fer at standa saman um føroyskan úrvalsítrótt, tá komandi fíggjarlóg verður smíðað.