Hvalafundur
Í dag og í morgin er Grindamannafelagið vertur fyri ráðstevnu í Heimsráði Hvalaveiðimanna (World of Whalers/WCW) í Norðurlandahúsinum í Havn.
WCW er ein alheims áhugafelagsskapur fyri hvalaveiðifólk, sum hevur til endamáls at virka fyri og verja rætt limanna til mentunarliga, samfelagsliga og búskaparliga menning, sum byggir á framhaldandi burðardygga nýtslu av havsins tilfeingi.
?Whaling for the Future? er yvirskriftin til ráðstevnuna um hvalaveiði.
Ólavur Sjúrðarberg, sum er formaður í Grindamannafelagnum, sigur, at einir 70 útlendskir luttakarar verða við, og hesir eru úr Kanada, USA, Japan, Eysturkaribisku londunum, Ný Sælandi, Grønlandi, Noregi og Íslandi.
- Hetta er ein altjóða pallur, sum viðger mál, ið snúgva seg um burðardygga nýtslu
av havsins súgdjórum. Her fáa veiðifólk høvi at skifta orð um síni viðurskifti og royndir, og fyrilestrar og kjak verða um evni, ið hava felags áhuga og týdning, sigur formaðurin.
Veitsludøgurði
Í samband við ráðstevnuna, verður í annaðkvøld kl. 20 skipað fyri veitsludøgurða í Mullers Pakkhúsi.
- Tað verður at síggja í matarskránni, at fólk koma úr ymsum heraðshornum.
Kokkar úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Japan og St. Lusia í Karibiska havinum fara at gera alskyns rættir úr hvali. Hesir rættir verða borðreiddir fyri teimum 120 innbodnu gestunum, ið koma til døgurðan, sigur Ólavur.
Hetta stóra matartiltak verður samskipað av kokkunum á Hotel Hafnia, Guðmundi
Guðmundsson og Kristini B. Jacobsen.
- Veitsludøgurðin samantvinnar tað heimliga og tað fremmanda, siðvenju og
nýskapan innan matgerð, sigur Ólavur Sjúrðarberg.