Altjóða umhvørvi í Vágsbotni

Hotel Tórshavn skiftir ham. Við umfevnandi umbygging fara at vera trý serveringsstøð, har tað eina verður uttandura. Terassa verður í løtuni gjørd út móti Mylnugøtu, har eisini høvuðsinngongdin verður. Ætlanin er at skapa ein altjóða dám har í framtíðini og við tí at fáa meira lív í Vágsbotn.

Matstovuvirksemi
Jan Müller
jan@sosialurin.fo


Stórt byggivirksemi fer í løtuni fram á Hotel Tórshavn í Vágsbotni. Arbeitt verður við at gera hotellið til eitt nútímans og spennandi stað fyri ikki bert hotelgestirnar men eisini øll tey mongu, sum hvønn dag leita sær oman í friðsæluna í Vágsbotni. Johannes Jensen, stjóri er farin upp í uppgávuna við lív og sál og ætlar at gera sítt til at liva upp til orðini og ynskini hjá eitt nú borgarstjóranum í Havn um at gera alt umhvørvið í Vágsbotni og har nærhendis meira spennandi og avbjóðandi.

Her er bæði talan um at gera neyðugar rationaliseringar eitt nú við at spara dupultfunktiónir og at gera broytingar til tess at fáa fleiri fólk oman í spennandi umhvørvið í Vágsbotni og í Tórsgøtu. Broytingarnar verða gjørdar bæði innan- og uttandura.

Frá at hava tveir køkar verður nú bert tann eini , og ístaðin fyri at hava tvey ymisk matvørukonsept verður bara eitt. Higartil hevur Pizzaria verið í gongshæddini og Gallan í erva. Matstovuvirksemið fer at verða á báðum hæddum. Talan verður um ein opnan felagskøk. Í framtíðini verður bert ein inngongd til báðar hæddirnar og verður hon út til Mylnugøtu. Uttanfyri móti Mylnugøtu verður gjørd ein terassa við café, sum verður tengd at innandura virkseminum. Soleiðis koma tað at vera trý serveringsstøð.

Alt hetta verður sjálvandi gjørt fyri at fáa raksturin at bera seg. Men tað er fyrst og fremst fyri at kunna bjóða eitt betri produkt til kundarnar, og soleiðis at tað ber til at fáa fleiri viðskiftafólk. Endamálið er so eisini at kunna bjóða nakað, sum ikki finst í býnum frammanundan.

Konseptið farið verður eftir er sera vítt. Tað er til ung og eldri, til kvinnur og menn og til føroyingar sum útlendingar.

Ætlanin er tó ikki at sleppa tí gamla umhvørvinum á matstovuni. Tað fer framvegis at vera fyri øll, men samtíðis verða nógvir ymiskir rættir úr ymiskum londum.

Varðveita fiskafrikkadellurnar
Johannes Jensen, sum er stjóri fyri Hotel Føroyar eisini, heldur tað vera áhugavert at kunna hava eitt hotel, sum liggur uppi í fjøllunum, úti í náttúrini og so eitt, sum liggur við sjóvarmálum, har nógv fólk koma og fara. Vágsbotnur er eitt frálíkt pláss. Vit eru mitt í Havnini, mitt í Føroyum. Her savnast øll fólkasløg, og tí ætla vit eisini at bjóða mat, sum kemur alla møguliga staðni frá í verðini, men harfyri ætla vit ikki at beina burtur fiskafrikkadellurnar og hakkibúffarnar frá Otto, sum er vorðin ein fastur partur av matstovumentanina í hesum partinum av býnum.

Johannes Jensen leggur stóran dent á fjølbroytni. Hann heldur sjálvur, at tað er umráðandi, at øll ikki gera tað sama og hava tað sama at bjóða. Hotel Tórshavn er eitt 3-stjørnað hotel, og hotellið og matstaðið eru ikki neyðturviliga tengd saman. Matstaðið er fyri føroyingar og fyri ferðafólk, sum eisini búgva aðrastaðni ella eitt nú koma við tjøldum. Hetta stað er ætlað øllum, sum koma í miðbýin. Tað skal vera ein altjóðakendur dámur yvir matstovurnar.

Tað verður ikki ein desiderað restauratión, café ella burgerbar men heldur eitt sokallað brasserie. Har kanst tú fáa alt møguligt. Tú fær kaffi og køkur, pizza, frokost, salat, búffar osfr. til ymsar tíðir. Her kanst tú eisini fáa eitt glas av víni, eina øl osfr. Hetta fer tó ikki at vera sum Café Nátur ella Manhattan. Opið verður frá 7 á morgni til klokkan 24 á kvøldi. Her verður eitt altjóða umhvørvi, sum øll kunnu troyta og njóta.

Meira livandi
-Vit gera hetta eisini út frá tí sannføring, at Vágsbotnur er ikki nóg livandi leggur hotelstjórin aftrat. Við at taka nøkur stig kunnu vit vera við til at gera hesa perluna í høvuðsstaðnum, sum Vágsbotnur er, nógv meira livandi. Tí verður henda út- og umbygging ein partur av tí , og tað er eisini ein orsøk til, at vit brúka so nógva orku uppá at gera eina terassu uttanfyri hotellið, har fólk kunnu sita úti og njóta ein góðan kaffimunn ella onkran lættan rætt. Hetta skal vera við til at fáa fólk at savnast í Vágsbotni, ikki bert um summarið men sum heild alt árið.

Johannes Jensen sær fyri sær nógv meira lív í Vágsbotni næstu árini, ikki minst nú tað er býráðsins politikkur at menna alt hetta økið. -Vit halda okkum vera ein náttúrligan viðspælara og halda, at býráðið ber seg rætt at, tá tað leggur upp til at menna Vágsbotn og økið rundan um - frá Miðlahúsinum til Tjóðpallin, Margarinefarbrikkina og nú eisini Posthúskjallaran og Hotel Tórshavn. Hesi støðini fara samlað at hava nakrar synergieffektir, sum koma at broyta umhvørvið her munandi tey komandi árini. Johannes Jensen sigur seg annars vóna, at viðskiftafólkini bera yvir við teimum, nú tað er vorðið so trongligt í sambandi við umbyggingina.