Hesaferð er talan um at geva arbeiðstarnaðum møguleika at møta øðrum, fyri at fá ein meira innihaldsríkan og stimbrandi gerandisdag.
"Avlamisarbeiði" er ætlað avlamisfólkum í vinnuførum aldri, ið hava fingið tillutað hálva ella fulla pensión.
Tað, vit hava at bjóða, er eitt nú ítriv og samveru, so sum handaligt arbeiði, spøl og líknandi.
Í fyrstu atløgu er talan um at hava virksemið 2 ferðir um vikuna, millum kl. 17.00 og 21.00. Vit vænta at byrja í mai 2003.
Virksemið verður í okkara nýggju snotuligu hølum í Smiðjugerði 6 kj., Tórshavn. (við síðuna av Bilfríðkan)
Áhugað, ið ynskja at søkja upptøku, kunnu venda sær til skrivstovuna á tlf. 35 00 70, fyri at hoyra nærri og fáa umsóknarblað.