Álvarsligt: Widerøe-flogfar fleyg ov lágt

- Í slíkum føri skal ógvuliga lítið til, áðrenn ein slík hending kann enda við einari vanlukku.

Eitt Widerøe-flogfar úr Bodø við 29 ferðafólkum umborð fleyg 700 føtur lægri, enn flogskiparin helt, undir einari innflúgving til norska býin, Svolvær. 

 

Tað var ikki fyrr enn ávaringarskipanin boðaði frá, at flogskipararnir gjørdust greiðir yvir mistakið.

 

- Hæddarmátarin var ikki rættaður, soleiðis sum mannagongdin sigur, áðrenn innflúgvingin byrjaði, upplýsir flogfelagið, Widerøe.

 

Hendingin fór fram hin 22. desember í fjør.

 

- Vit síggja hendingina sum álvarsliga, sigur samskiftisleiðarin hjá Widerøe, Catharina Solli.

 

Flogfelagið hevur eftirmett hendingina og hevur fingið upp á pláss mannagongdir, sum skulu tryggja, at líknandi ikki hendir aftur.

 

- Hendingin varð beinanvegin fráboðað til Loftferðslueftirlitið, og vit kunnaðu Skaðanevndina, leggur samskiftisleiðarin aftrat.

 

Skaðanevndin er í holt við sínar kanningar av hendingini, sum tikin verður í størsta álvara.

 

Deildarstjórin í Skaðanevndini, Kåre Halvorsen, sigur, at í slíkum føri skal ógvuliga lítið til, áðrenn ein slík hending kann enda við einari vanlukku.

 

Hvørki Widerøe-flogfelagið ella Skaðanevndin ynskja at siga nakað um, hvussu lágt flogfarið fleyg, tá ávaringarskipanin fór í gongd.

 

- Eg vil ikki siga nakað um, hvussu lágt flogfarið fleyg, men tað var eingin beinleiðis vandi fyri, at flogfarið endaði á sjónum, sigur Kåre Halvorsen.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.