Føroyski svimjarin, Alvi Hjelm, sum er ættaður úr Klaksvík, er í løtuni búsitandi í Danmark, har hann er í lestrarørindum. Við síðuna av lesnaðinum, svimur Alvi Hjelm eisini fyri Hovedstand Svømmeklub. Har gongst honum so mikið væl, at hann bæði er valdur til besta svimjaran í Hovedstadens Svømmeklub í december og í januar.
Heimasíðan hjá Hovedstadens Svømmeklub, hevur rósandi orð at bera Alva Hjelm.
- Hóast Alvi Hjelm setti persónlig met undanfarna mánað, hevur Alvi Hjelm megnað at komið heim aftur konsentreraður og hartarbeiðandi og lyft sína svimjing upp aftur meir. Tað er sterkt, og tí er hann aftur hendan mánaðin valdur til besta svimjaran, skrivar heimasíðan hjá Hovedstadens Svømmeklub.
21 ára gamli Alvi Hjelm hevur royndir frá bæði HM og EM kappingum í svimjing.