Alvi tvífaldur meistari

Alvi Hjelm vann í gjár DM fyri juniorar á 1500 metrum, har Pál Joensen varð næstfremstur í senoirkappingini

Alvi Hjelm úr Ægir er nýggja føroyska navnið, sum rættuliga ger um seg í donsku meistarakappingini í svimjing á stuttgeil, sum hetta vikuskiftið er í Gladsaxe. Eftir at hava vunnið junior kappingina í frísvimjing á 800 metrum fríggjadagin, megnaði hann í gjár at vinna DM fyri juniorar á 1500 metra teininum. Tíðin hjá honum var 15:37.82, sum var átta sekund betri enn tíðin hjá silvurvinnaranum.

Juniorarnir svumu finalu saman við seniorunum. Tað vil siga, at Alvi var í somu finalu sum Pál Joensen. Nógv tað mesta av langa teininum var Pál fremstur av øllum, men á síðstu tvey hundrað metrunum misti hann leiðsluna, og so endaði hann á silvurplássinum. Tíðin hjá Pál var 14:41.17 ella eitt lítið vet aftanfyri Mads Glæsner, sum vann DM í tíðini 14:41.10.

Tíðin hjá Alva Hjelm rakk til fjórða plássið í allari kappingini, men hann var altso bestur av juniorunum, og harvið vann hann í fyrradagin og í gjár tvey DM fyri juniorar – á 800 og 1500 metra teinunum, veit svimjing.com at siga.

Fríggjadagin vann Pál Joensen gull á 800 metra teininum, og í gjár vann hann altso silvur á 1500 metra teininum.

Mynd: Pál Joensen og Alvi Hjelm í DM kappingini á stuttgeil 2013 (svimjing.com – Jákup Jacobsen eigur myndina)