Amagerbanken farin av knóranum

Amagerbanken, sum í meiri enn tvey ár hevur stríðst fyri lívinum, kunnaði í dag virðisbrævamarknaðin í Keypmannahavn um, at bankin er farin á húsagang, og at Fíggjarligt Støðufesti hevur yvirtikið bankan.

Avgerðin at lata Fíggjarligt Støðufesti yvirtaka bankan fall fríggjakvøldið, tá nevndin í bankanum staðfesti, at tað var neyðugt við niðurskrivingum fyri meiri enn tríggjar milliardir krónur í seinasta ársfjórðingi í fjør.

Tað merkir, at eginpeningurin í bankanum er horvin. Hann var 2,4 milliardir krónur tann 30. september, men nú negativur við 650 milliónum krónum, sigur bankin.

Amagerbankin hevur leingi drigist við álvarssamar trupulleikar. Bankin hevur fleiri ferðir verið um at fara av knóranum, men hevur fótað sær hvørja ferð til nú. Eitt nú hevur ríkmaðurin Karsten Ree brúkt 800 milliónir krónur fyri at bjarga bankanum.