Amagermeistaraskapið

Fýra føroyingar luttaka í kappingini, og eftir trý umfør eru tveir av okkara monnum á odda

Talv

Síðani miðskeiðis í 90´unum hava føroyingar á hvørjum árið verið við at mynda Amagermeistaraskapið við góðum úrslitum. Eitt nú vann John Arni Nilssen kappingina í 2000. Kappingin er altíð sterk, er væl fyriskipað, samstundis sum kappingini er ein góð upphiting til donsku liðkappingina, sum byrjar seinni í heyst.
Fylgjast kann við Amagermeistaraskapinum á www.amsf.dk/AMS2002/index.html, har tann forvitni eisini hevur møguleikan at hyggja øll talvini ígjøgnum.
Teir fýra føroyingarnir talan eru um, eru Heini Olsen, Eyðun Nolsøe, Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Arild Rimestad, sum allir telva við føroyska talvfelagnum í Keypmannahavn. Heini Olsen hevur trúfastur luttikið á hvørjum árið síðani 1999, tá hann bleiv nr. 2. Hann er styrkismettur sum nummar trý av teimum 50 luttakarum, og er tí ein av favorittunum í ár.
Eyðun og Carl Eli, sum ikki hava luttikið í AM fyrr, eru eisini millum favorittarnar ávíkavist styrkismettir nummar fýra og fimm. Fyri Heina og Eyðun er kappingin ein nærum neyðug venjing, nú Talvolympiadan byrjar um ein góðan mánaða.

Stigini skola inn
Sjey umfør skulu telvast, og trý eru telvd um vikuskifti. Kappingin endar komandi sunnudag. Heini og Eyðun tykjast vera væl fyri, og hava báðir fult stigatal. Teir hava báðir bert hitt telvarar við lægri ratingtølum, men jú longri inni í kappingini verður mótstøðan sterkari hjá teimum, sum liggja í oddinum. Fýra telvarar hava fult stigatal.
Carl Eli og Arild hava tvey stig. Hesin fyrri vann fyrsta umfar, men hevur síðani leikt tveir javnleikir. Arild tapti ímóti Heina í øðrum umfari, men hevur vunnið hini bæði umførini, og er tískil eisini væl við í oddastríðnum. Alt í alt eitt væleydnað føroyskt talvvikuskifti á oyggjuni Amager.
Nevnast kann at hálvføroyingurin Miriam Olsen, sum nú telvar fyri Danmark, eisini luttekur. Í fjórða umfari sleppur hon at royna seg ímóti greinskrivaranum.

Aðalfundur
Talvsamband Føroyar hevur aðalfund leygardagin 21. september. Fundurin verður hildin á Hotel Hafnia kl. 14.00. Meira um fundin er at lesa á www.faroechess.com.