Sjónleikarin Amber Heard kærur dómin hjá nevningatinginum í einum rættarmáli um ærumeiðing, sum hon tapti í juni. Dómurin varð 15 milliónir dollarar, ið svarar til umleið 110 milliónir krónur.
Hetta upplýsa hennara advokatar.
- Vit meta, at dómstólurin gjørdi eitt mistak, ið forðaði fyri einum rættvísum dómi, ið samsvarar við grundlógina. Tí fara vit at kæra avgerðina. Sjálvt um vit eru greið yvir, at sakarmálið fer at kveikja eitt Twitter-bál, er tað eitt fet, ið vit verða noydd at taka fyri rættvísi.
Orsøkin til alla orrustuna millum fyrrverandi hjúnini er, at Amber Heard í 2018 skrivaði eina klummu, ið varð prentað í The Washington Post. Í klummuni lýsti Heard seg sjálva sum ein almennan persón, ið hevði upplivað harðskap í heimi sínum. Amber Heard nevndi ikki Johnny Depp í klummuni, men tað gjørdist skjótt greitt fyri almenningin, at tað var Depp hon sipaði til.