Óambitiøst, heimastýrisligt og brýtur fá mørk

Høgni Hoydal var mest atfinningarsama røddin móti strategibólkinum fyri alheimsgerð. Hann skýrdi uppleggi at vera óambitiøst, heimastýrisligt og helt tað bróta ov fá mørk


Formaður tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, eftirlýsti spurningin um ríkisrættarligu støðu Føroya í samband við uppleggi frá strategibólkinum um alheimsgerð. Sambært honum, so høvdu fleiri av teimum forðingum og trupulleikum, ið kunnu uppstanda í samband samhandli og avtalum við onnur lond, ikki verið, um ríkisrættarligi spurningurin var avgreiddur.
Høgni Hoydal helt, at uppleggið í alt ov stóran mun var ávirkað av, at bólkurin ikki vildi koma í stríð við sitandi samgongu, og skýrdi hann uppleggið at vera óambitiøst og heimastýrisligt og helt hann, at tað breyt ov fá mørk.
Høgni Hoydal tosaði nógv um EFTA og ES og eisini nevndi hann EBS-sáttmálan, og segði hann seg sakna eina analysu av, hvar vit eru í øllum hesum.
Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, svaraði Høgna Hoydal aftur og segði, at vit mugu viðurkenna tann veruleikan vit eru í, og at tað ikki nyttar at tosa út frá einum veruleika, sum ikki er til. Og formaðurin í strategibólkinum, Marjun Hanusardóttir segði, at ríkisrættarligi spurningurin avgjørt ikki er útilokaður, tá strategiirnar skulu gerast.