Í dag klokkan 10 var tíðindafundur, har ið fyrireikararnir av AME greiddu frá tiltakinum. Fróði Vestergaard greiðir frá, at tiltakið kann vera ein sýnisgluggi hjá føroysku tónleikarum. Hann vónar, at nógv vilja taka hond um rundanum tiltakið. Tað er brúk fyri fólki, sum vilja hýsa gestunum, og um teir útlendsku gestirnir verða væl móttiknir í Føroyum, kunnu vit eisini vænta okkum eina góða móttøku, tá ið føroyskir tónleikarar fara uttanlanda.
Feløgini sum standa aftanfyri tiltakið eru m.a. TUTL, 3-arin, Grót, FUT og fleiri. Flestu av føroysku tónleikafestivalunum í Føroyum hava longu boðað frá, at teir stuðla tiltakinum. Hetta verður sostatt eitt slag av avloysara fyri Prix Føroyar finaluna, ið plagdi at verða í Norðurlandahúsinum í apríl mánað. Fyriskipararnir fara eisini at royna at fáa útlendskar gestir til Føroyar hetta vikuskiftið, millum annað umboð fyri festivalar, útgevarar og onnur. Ætlanin er at hava konsertir, fyrilestrar og tílíkt vikuskiftið 13. og 14 apríl 2007 í Norðurlandahúsinum. GBOB vinnarin 2006 verður bjóðaður at luttaka og fleiri onnur, millum annað tey, sum eru vald at hava útgivið bestu fløguna í 2006. Eisini verða nýggir spennandi norðurlendskir bólkar við á AME-Føroyar. Ætlanin er at tilsamans 12 bólkar fara at framføra hetta vikuskiftið, bæði føroyskir og norðurlendskir. Sum nakað nýtt fáa allir føroyskir bólkar møguleika at senda inn eina demoupptøku og latin verður ein virðisløn, sum er ein fløguupptøku við besta bólkinum
Útlendingar koma at lurta
AME hevur ikki fingið nakran høvuðsstuðul, men fyrireikararnir vænta ikki, at tað verður nakar trupulleiki.
Fróði Vestergaard vónar, at tað koma fleiri útlendingar hendanvegin at lurta eftir tónleikinum.
- Nakrir av monnunum frá festivalunum og plátufeløgunum, sum hava verið her fyrr til Prix kappingarnar, koma aftur hendan vegin. Eisini skulu vit til ein festival í London, har ið vit ætla at vera úti um okkum. Vónandi fáa vit onkran at koma hendanvegin, sigur Fróði.
Fróði er spentur upp á tiltakið, og hann heldur, at tað kann vera við til at marknaðarføra føroyskan tónleik úti í heimi.
- Hetta er jú eitt norðurlendskt tiltak, so tað røkkur út um landoddarnar, sigur Fróði at enda.