Signar P. Heinesen
Sp/f Data Quality
Tað ítøkiliga politiska málið, sum støða er tikin til, er ein víðkan av havnarlagnum í Kollafirði, sum at kalla full semja hevur verið um tey seinastu 10-20 árini, fyrst í Kollafjarðar kommunu og síðani í Tórshavnar kommunu, har Kollafjørður er partur. Enn havi eg ikki hoyrt nakran tala ímóti hesum prosjektinum.
Sum part av arbeiðinum við hesum prosjektinum havi eg fyri Tórshavnar Havn gjørt eitt forarbeiði, har møguleiki er fyri eini størri havn/ídnaðarøki við øðrum funktiónum, enn teimum, sum vit í Føroyum vanliga rokna við í havnafunktiónum í dag. Um hetta nakrantíð verður veruleiki, um grundarlag er fyri tí, um onnur og betur uppskot koma á leiðini, um onkur vansi, sum ikki varð gjøgnumhugsaður, kemur undan kavi, ella um gongdin í samfelagnum og í Kollafirði verður, sum ein helt seg hóma fyri framman, er ilt at siga.
Tað prinsipiella málið snýr seg um viðgerðina av hesum máli. Tað prinsipiella málið snýr seg um ein almennur myndugleiki skal viðgera ein spurning breitt og langt fram og leggja tað opið fram fyri almenninginum, ella um almenni myndugleikin skal forkanna sum minst og goyma tað, sum er gjørt, í skuffuni, soleiðis at almenningurin einki fær at vita.
Orsøkin til, at hetta er so grundleggjandi prinsipielt, er, at vit í hesum døgum royna at áleggja okkum sjálvum at gera almennar lýsingar av einum og hvørjum prosjekti, sum ávirkar náttúru og samfelag bæði nú og frameftir. Í málsviðgerðini av bingjuhavn í Kollafirði varð roynt at taka eitt stig fram á hesi leið. Sjálvur mælti eg til at gera tað soleiðis, og politikarar í Tórshavnar býráð tóku undir við hesum leisti.
Skulu vit vinna framá, er neyðugt hjá fleiri pørtum at virka fyri almennum viðgerðum av almennum málum, og vit mega hvør í sínum lagi finna okkara leiklut við skynsemi. Annars verður eitt av tveimum: Annaðhvørt hendir als einki, ella fara politikarar og embætisfólk at gjøgnumføra eitt lítið prosjekt í senn uttan ov mikið hóvasták og eftir stutttíðartørvi, sum ein og hvør veljari kann síggja í gerandisdegnum. Hetta til mikið ógagns fyri okkum øll.
Almenni myndugleikin, sum hevur viðgjørt hetta málið, er Innlendismálaráðið. Hann hevur ikki latið seg órógva av, hvørjir tankar eru framsettir í sambandi við møguleikar í framtíðini, men hevur tikið støðu til tað ítøkiliga málið, sum í dag fyriliggur – eitt natúrligt framhald av havnarlagnum í Kollafirði til tess at nøkta ein ítøkiligan tørv í dat og í næstu framtíð.
Eftir stendur, at borgarin í Tórshavnar kommunu, Tórshavnar Býráð og annars vanligi føroyingurin í tann mun, viðkomandi hevur áhuga í slíkum málum, átekur sær tær skyldur, sum økt rættindi og tíðin annars krevur av okkum.
Við vón um, at málið um bingjuhavn í Kollafirði kann gerast eitt stig framá í almennum viðgerðum av prosjektum við umhvørvisligum árinum og ikki eitt afturstig.