Amerika svimur í fita

Chips hevur vunnið á eplum. Grillbarir á heimagjørdum matpakkum og annan hvønn tíma opnar ein nýggj fast-food matstova við feitum tilboðum. Her eru nøkur tøl, ið siga eitt sindur um altumfevnandi fast-food ídnaðin í Norðuramerika

 

át

 

Niclas Johannesen

 

 

 

Nú hava amerikanarar hava sjálvir funnið útav, at tað allarhelst er eitt samband millum risavøksturin í junk-matstovum og yvirflóðina á kalorium, ið beinleiðis hótta heilsustandin hjá milliónum av borgarum í burgaraheimlandinum.

 

Meira enn ráðiligt

 

Hóast heimsmet í sjónvarpsrásum at velja ímillum, so vísir kanning, at almenni kunnleikin er so ússaligur, at fá vita, at ein Double Whopper við osti frá burgaraketuni Burger King inniheldur 960 kaloriur og 63 gram av feitti - hetta er umleið tilráddi dagstørvurin hjá eini kvinnu.

 

Og tey, sum leita sær yvirum vegin til eina kina-grill í trúnni, at her er eitt sindur sunnari at vera, ja tey fara púra skeiv. Ein talerkur við grísakjøti, sum svimur í eitt sindur av súr-søtari sós í eini typiskari kina-grillbar inniheldur umleið 1,610 kaloriur og okkurt um 70 gram av fita - meira enn nóg mikið til forbrenning í ein heilan dag.

 

Ein stór kanning, gjørd í Kanada, staðfestir, at tað er ikki samanhangur millum tað, fólk siga og tað, tey gera, tá tað snýr seg um matvanar. 55 prosent av teimum spurdu siga, at tey á ein virknan hátt royna at eta minni feitan mat og 54 prosent siga, at tey royna at halda seg frá feitt-stoktum mati. Men serfrøðingar siga, at her lekur álvarsliga millum teori og praksis. Fólk rætt og slætt pella fyri sær sjálvum.

 

Bilmáltíð

 

Vesturheimsins borgarar hava skund. Maturin skal niðurum - ongantíð ov skjótt. Og tað er júst hesum, sum mongu matstovuketurnar hava funnið útav. Størsta uppgávan er at kunna levera matin skjótast gjørligt.

 

Saman við nýuppfunna tørvinum at snakka í telefon meðan tú koyrir, er talið á ?drive-through? matstøðum eksploderað. 17 prosent av øllum rættum verður nú serveraður gjøgnum bilvindeygað. Hetta er eitt rák sum er í miklum vøkstri.

 

Hvønn morgun opna 28.000 McDonalds dyrnar kring allan heim og 2000 nýggjar deildir leggjast aftrat á hvørjum ári. Leggur tú stórar ketur sum Burger King, McDonalds, Taco Bell, Pizza Hut og KFC saman, so letur ein nýggj deild upp annanhvønn tíma - alt samdøgrið.

 

?Teenie Beanie Baby?

 

Eru tey mong, sum royna at liva sunt, so eru tey uppaftur fleiri, sum ikki gera tað. Fyri fimm árum síðani fór 60 prosent av tí, sum brúkt var at eta úti fyri til lutfalsliga bíligan grillmat. Í dag er hetta talið vaksið upp í 64 prosent. Bara í Kanada eru 26.000 fast-food matstovur.

 

Og stóru fyritøkurnar koyra knallhart eftir serliga teimum ungu etarunum. Tey skulu alast upp til skjótan mat. Eitt ?Teenie Beanie Baby? gávuframtak hjá McDonalds í 1997 økti um søluna av sokallaðu ?Happy Meals? úr tíggju milliónum um vikuna upp í 100 milliónir.

 

Smakkar maturin væl, so er tað neyvan tí, at kúgvin hevur gingið á góðum lendi.

 

Smakk-verksmiðjur kunnu við kemiskum snildum nágreiniliga eftirapa at kalla øllum matsmakki við ymsum loyniligum formlum, og hetta verður nýtt í stríðum streymum innan fast-food ídnaðin.

 

Eric Schlosser, høvundin aftan fyri nógv seldu bókina Fast Food Nation, The Dark Side of the All-American Meal, fekk atgongd til eina slíka verksmiðju: ?Í serliga einum føri var eg tikin av bóli. Knappliga, eftir at eg hevði latið míni eygu aftur, stóð sterki roykurin av einum grillaðum burgara í nasarnar á mær. Tað luktaði, sum um onkur í rúminum vendi einum burgara á eini heitari grill. Tá eg opnaði eyguni var kortini tað einasta eg sá ein lítil hvít strípa á hvítum papíri og eitt smílandi starvsfólk.?

 

 

 

 

 

VISTI TÚ

 

 

 

Í 1960 át vanligi amerikanarin 81 pund av frískum eplum og fýra pund av steiktum chipsi um ári. Í dag er lutfallið 49 pund av frískum eplum og 39 pund av chipsi.

 

 

 

Ein kunstiga smakkandi jarðberja milkshake inniheldur 45 kemikalu.

 

 

 

Chips eru frísk og brún, tí tey er sproytaði við einum løttum drússi av sukuri.

 

 

 

Kelda; The Vancouver Sun