Amerikanari gevst í AB

Ein av umstríddu útlendingunum hjá AB verður ikki við aftur í ár

Jake Gross hevur spælt sín seinasta dyst við AB. Hann kom saman við tveimum landsmonnum til AB undan kappingarbyrjan, men hann hevur ongantíð funnið stevið. AB boðar í dag frá, at hann ikki heldur fram í felagnum.

 

- Í vetur kom amerikanski miðverjin, Jake Gross, at spæla við AB. Tíverri hevur Jake havt nógvar skaðar og ikki rokkið tí støðinum, ið vit høvdu vónað. Tískil endaði samstarvið millum partarnar herfyri, tá drúgvur landsliðssteðgur var. AB takkar Jake Gross fyri tíðina og ynskir honum alt tað besta framyvir, skrivar felagið á Facebook.

 

Jake Gross er miðverji. Tað vóru stórar vónir til Jake Gross. Tað bleiv sagt av Argjum, at hetta var spælarin, ið hinir landsmenninir heldur verða tann besti av teimum. Sum skilst, so kom hann til AB við skaða, og tað hevur ongantíð eydnast at fáa miðverjan ordiliga kláran.