Amerikansk innrás á Argjum

AB hevur í kvøld kunngjørt triðja amerikumannin í felagnum

AB hevur í kvøld kunngjørt triðja amerikumannin í felagnum. Talan er um miðverjan Jake Gross. Hann hevur gjørt sáttmála við AB fyri 2022.02.04

 

Hann er triði spælarin, sum kemur til AB frá Amerika. Jake Gross er 20 ára gamal og verður lýstur sum ein stórur og sterkur miðverji. Hann hevur verið skaddur seinastu tíðina og tí hevur hann ikki verið at sæð á vøllinum í venjingardystunum enn.

 

Undan honum eru Michael Smith og Coby Atkinson eisini komnir til úr USA, umframt Agustín Marsico og Franco Burset úr Argentina.

 

AB skrivar:

 

Triði og síðsti amerikanarin á hesum sinni er komin til felagið. Amerikanski miðverjin, Jake Gross, hevur skrivað sáttmála við AB fyri kappingarárið 2022.

 

Jake er 20 ára gamal og er ein stórur og sterkur miðverji. Beint nú hevur hann ein lítlan skaða, ið ger, at hann hevur ikki verið at sæð í nøkrum venjingardysti enn.

 

Amerikansku Michael Smith og Coby Atkinson eru longu í hópinum, og harvið gerst Jake Gross triði leikarin í hópinum, sum er úr USA.

 

Welcome to the club, Jake!