Føroyar eru nú ivaleyst komnar á landakortið hjá nógvum amerikanarum, eftir at Donald Trump hevur roynt at keypt Føroyar sambært satirusíðuni hjá Andy Borowitz, the Borowitz report.
Í søguni á The Borowitz Report, sum er satirusíða hjá The New Yorker, skrivar Andy Borowitz, at fyri at gera Donald Trump í øðini, megnaði demokratiska undanvalevnið, Michael Bloomberg, at keypa Grønland.
Tíðindini at Bloomberg hevði megnað tað, ið Trump ikki megnaði sjálvur, fekk øði í amerikanska forsetan, sum umgangandi heitti á versonin, Jared Kushner, um at leggja eitt boð inn fyri Føroyar ístaðin.
Trump fekk tó noktandi boð umgangandi.
– Vit trúgva ikki, at Trump er førur fyri at reka Føroyar, segði Mette Frederiksen sambært satiruni.
Søgan um Trump, Bloomberg, Grønland og Føroyar kann lesast á The New Yorker her.