Amerikanskur hermaður drap afghanar til stuttleika

Ein 26 ára gamal amerikanskur hermaður er dømdur sekur í at hava staðið á odda fyri einum lítlum hermannabólki, sum drap tilvildarlig sivilfólk í Afghanistan til stuttleika.

-Hann sveik sítt fólk og sína herdeild. Við flagginum hjá heimlandinum á sínum hermannabúna sveik hann eisini sítt land, segði ákærin, tá málsviðgerðin endaði í einum hernaðardómstóli í gjár. Tann 26 ára gamli Calvin Gibbs var ákærdur fyri 16 ymisk brot, og hann varð funnin sekur í øllum 16.

Í rættinum kom fram, at Gibbs og hansara menn drupu sivilar afghanar til stuttleika, og at teir fóru illa við líkunum. Teir høvdu eisini tikið myndir av sær saman við líkunum, og myndirnar blivu nú brúktar ímóti teimum í rættinum. Fleiri av feløgunum hjá Gibbs hava játtað seg sekar, og ein teirra, tann 23 ára gamli Jeremy Morlock, hevur fingið 24 ára fongsul. Hinir hava fingið linari revsing, tí teir hjálptu ákæruvaldinum og vitnaðu ímóti Gibbs.

Revsingin ímóti Calvin Gibbs er ikki ásett enn, men hann kann fáa fleiri ferðir lívlangt fongsul, skrivar Reuters.