Amerikanskur sjónleikari til Putin-hátíðarhald

Steven Seagal hevur russiskan ríkisborgaraskap, og hevur í fleiri ár verið ein av stuðlunum hjá russiska forsetanum.

Amerikanski sjónleikarin, Steven Seagal, møtti í dag upp til hátíðarhaldið, har russiski forsetin, Vladimir Putin, formelt verður tilnevndur til forseta landsins.

 

Hetta vísa myndir, sum eru almannakunngjørdar frá haldinum fyrrapartin í dag, og tað eru útlendskir tíðindamiðlar, sum bera hesi tíðindi.

 

Steven Seagal hevur russiskan ríkisborgaraskap, og hevur í fleiri ár verið ein av stuðlunum hjá russiska forsetanum.

 

Sagt verður, at sjónleikarin eisini var við til tilnevningina í 2018. Steven Seagal er kendur úr filmum sum eitt nú "Under Siege", "Machete" og "Executive Decision".