Amerikanski virðisbrævamarknaðurin lat upp í reyðum í dag, eftir at amerikanski forsetin setti nýggjan toll á vørur úr fleiri londum.
Nasdaq-vísitalið, sum fevnir um yvir 3.000 partabrøv, sum verða handlað á virðisbrævamarknaðinum í New York, fall 2,1 prosent eftir at marknaðurin lat upp.
Tøknirisar sum Microsoft, Apple og Amazon eru partur av indeksinum.
Onnur stór vísitøl fóru eisini í reytt beinanvegin. Dow Jones-vísitalið fall 0,6 prosent, meðan S&P 500 hevði afturgongd uppá 1,2 prosent.
Reaktiónin frá íleggjarunum kemur eftir, at Donald Trump, forseti, um vikuskiftið skrivaði undir eina fyriskipan, sum leggur 25 prosent av tolli á vørur, sum koma inn í USA úr grannalondunum Kanada og Meksiko.
Samstundis er tíggju prosent tollur lagdur á vørur úr Kina.
Ritzau/Reuters