Amnesty á G!

Amnesty International Føroya Deild fer í ár at seta ljóskastaran á revsingar fyri neyðtøkur á bási sínum á G!

Amnesty International Føroya Deild heldur á við átakinum Ja til kaffi merkir ikki ja til sex. Í átakinum varpar Amnesty International ljós á nakrar ásetingar í revsilógini um neyðtøku, sum tey ynskja at broyta.

- Revsilógin skal dagførast, so munur ikki verður gjørdur á ofrum í og uttan fyri hjúnaband, ella um tann neyðtikni ikki fekk vart seg, tá neyðtøkan fór fram, skrivar Amnesty International Føroya Deild.

Amnesty International ynskir eisini at fáa ásetingina broytta, sum sigur, at ein neyðtøka má meldast, innan tann neyðtikna ella -tikni kunnu fara á Landssjúkrahúsið til kanningar at tryggja møgulig prógv.

- Tað skal vera gjørligt hjá tí neyðtikna ella -tiknu, at fáa eina kanning fyrst, fyri at tryggja prógvini, og síðani kunna taka støðu til, hvørt ein vil melda, tá ein er komin eitt sindur fyri seg aftur. Tað týdningarmesta má vera, at prógvini verða tryggjað, og tí skal kanningin gerast so skjótt møguligt, segði Katrin á Neystabø við in.fo fyrr í summar.

Les eisini Savnað 280 undirskrivtir higartil

Á G! festivalinum fer Amnesty at hava ein bás í Syðrugøtu, har tey bjóða gestunum ókeypis kaffi og eitt prát um, hví eitt ja til kaffi sjálvandi ikki eisini merkir ja til sex.

Undirskriftirnar fer felagsskapurin  at handa eini komandi samgongu

- Hóast evnið, sum altíð er álvarsamt og átrokandi, so hava vit valt at seta ein hugnaligan dám á økið við ljósum, blómur og heingikoyggjum. Og vit fara eisini at bjóða øllum troyttum men frískum festivalgestum til festivaljoga. Komið og verið til at broyta revsilógina fyri neyðtøkuofur í Føroyum, ljóðar áheitanin frá mannarættindafelagsskapinum.