Amnesty heitir á FIFA um at virða mannarættindini

Amnesty International, Football Supporters Europe, Human Rights Watch, Terre des Hommes og Transparency International heita nú á forsetavalevnini í FIFA um at skriva undir uppá, at tey skulu gera enda á brotum á mannarættindini og á muturi í samband við HM í fótbólti og onnur tiltøk knýtt at FIFA. Áheitanin kemur undan einum kjaki í evropiska parlamentinum, har trý av teimum fimm forsetavalevnunum skulu luttaka. 

 

Felagsskapirnir hava biðið forsetavalevnini um at binda seg til, um tey skuldu vunnið valið, at taka seks stig fyri at fáa FIFA á rætta leið og syrgja fyri, at felagsskapurin ikki brýtir ella er virkandi til at mannarættindini verða brotin og at steðga muturi.

- Ein nýggjur forseti eigur at merkja ein nýggj byrjan hjá FIFA og tann, ið vinnur, má geva seg heilt til víttfevnandi broytingar, sum kunnu byrja við hesum seks stigunum, sigur Kerry Moscoguiri, ið samskipar tiltakið fyri Amnesty. 

 

Tey seks punktini eru at lesa her.