Amstetten vann - Soltið við spælitíð til John Frederiksen

SKU Amstetten er nummar fýra í næstbestu eysturríksku deildini

Aftaná tvey tap á rað kom liðið hjá John Frederiksen, SKU Amstetten aftur á sigursslóðina í næstbestu eysturríksku deildini í dag.

 

SKU Amstetten vann á heimavølli 2-1 í grannauppgerðini móti St. Pölten. 

 

Tá John Frederiksen kom á vøllin í 81. minutti var støðan javnleikur 1-1. Seks minuttir seinni skoraði SKU Amstetten sigursmálið til 2-1.

 

Tað er heldur soltið við spælitíð hjá John Frederiksen. Seinast fekk John bara tríggjar minuttir á vøllinum, og tað mesta hann hevur fingið í einum kappingardysti í 2022 eru 65 minuttir á vøllinum. 

 

John hevur skorað fimm mál í teimum 22 dystunum hann er skrásettur fyri.

 

SKU Amstetten er fjórðfremst í deildini við 41 stigum. Tó eru heili 13 stig upp til oddaliðið, Lustenau sum hevur 54 stig. Bara tað fremsta liðið flytur beinleiðis upp í bestu deildina.

 

2. páskadag spælir Amstetten á útivølli móti Kapfenberg.