Á einum lítlum gravsteini í gamla kirkjugarði liggur Helge Hoff Madsen, sum er jarðaður 19. februar 1878, 5 mánaðir mánaðir gamal. Longu árið eftir verður beiggi hansara Holger Hoff Madsen jarðaður 10. juni, eisini 5 mánaðir gamal. Hetta er uttan iva synir Emil Hoff Madsen, sum var amtslækni í Føroyum árini 1872-82, og sum hesin gravsteinur er eitt ítøkiligt minni um.
Emil Madsen, sum hann upprunaliga kallaði seg, var føddur í 1844. Hann varð studentur í 1863 frá Borgerdydsskolen á Christianshavn í Keypmannahavn. Hann gjørdist landslækni í Føroyum 1872-1883, tá hann eisini arbeiddi dúgliga fyri fráhaldssakina. Árini 1875-77 var hann byráðslimur í Havn, og hann var eisini valdur løgtingsmaður fyri Norðurstreymoy 1879-1883.
Apotek
Longu í síni fyrstu ársfrágreiðing til danskar heilsumyndugleikar gremur Hoff seg um, at einki apotek var í Føroyum. Myndugleikarnir taka spurningin upp og biðja amtmannin kanna, hvussu nógvur heilivágur verður brúktur í Føroyum. Hoff metir, at tað verður keypt fyri 1.200 ríkisdálar árliga.
Hóast ikki allir starvsbrøður Hoffs tykjast at vera samsintir, ber hann aftur í 1874 hetta ynski fram, men hildið verður, at fíggjarliga og fólkagrundarlagið fyri apoteki er ov vánaligt. Málið verður tikið upp aftur í 1881 við stuðul frá Hoff, og nú kemur Svaneapotekið í 1883 við Olaf Finsen.
Fleiri læknar
Í embætistíðini hjá Hoff var nógv tosað um at fáa fleiri læknar. Meðan hetta mál var fyri í tinginum í 1879 var Hoff løgtingsmaður, valdur fyri Norðstreymoyar valdømi. Hann sat bert hetta eina árið. Í 1880 bað hann um at verða loystur úr tingsessinum, tí at hann hevði ikki stundir til tingarbeiðið. Hann segði seg at hava tikið av áheitan at fara í tingið, tí at læknamálið var honum eitt hjartamál. Eitt annað hjartamál hansara var at fáa lóg um heilsusamtyktir.
Sum tingmaður hevði hann møguleika at ávirka avgerðina hjá løgtinginum. Eftir sum svarið frá løgmálaráðnum var, at tað ikki vildi játta pening til lækna bæði í Sundalagnum og Vágum, vann landslæknans sjónarmið, at lækni skuldi vera í Vestmanna, ið lá miðskeiðis í hesum parti av landinum. Har komu eisini nógv útlendsk skip, sum kundu hava læknaørindi.
Jarðamóðurlóg
Í februar 1875 legði Hoff eitt uppskot fyri tingið til eina ljósmøðralóg. Tað miðaði ímóti at seta 27-28 ljósmøður í øllum oyggjum uttan Dímun. Tær skuldu allar hava verið í skúla í Keypmannahavn í 9 mánaðir. Her var eisini uppskot um lønir og aðrar starvstreytir. Eftir eina drúgva viðgerð varð uppskotið við broytingum samtykt í 1878.
Hospitalið
Hoff legði frá byrjan av eisini stóra orku í at betra umstøðurnar á hospitalinum sum at fáa nútímans “luftcloset” í staðin fyri uttandura nátthús, og “vindovnar” í staðin fyri bileggaraovnar.
Í heilsulagslýsing frá 1875 kundi hann upplýsa, at viðurskiftini á hospitalinum nú vóru við at koma í rættlag.
Størsta íløgan var, at løgtingið samtykti at játta kr. 5.000 til at byggja serstøk hús til sinnissjúk, tann sokallaða Cellan, sum stóð uppi heilt til 1977.
Í 1891 var eitt hart orðaskifti í Ugeskrift for Læger um, hvussu tað var at vera lækni í Føroyum. Fimm læknar, sum høvdu arbeitt í Føroyum, luttóku í orðaskiftinum. Teir ídnastu vóru Hoff og hansara eftirmaður hansara Jón Gudmundsson Effersøe, sum hevði verið amtslækni 1883-1890.
Effersøe, sum var føroyingur, gav eina dapra mynd av støðuni. Umstøðurnar vóru so vánaligar, at tað var beinleiðis vandamikið at vera lækni í Føroyum. Tveir landslæknar í øldini høvdu verið nær við at drukna.
Tað, sum tó gjørdi, at Emil Hoff stóð sterkari í orðaskiftinum var, at hann var ein framburðsmaður, sum henda frásøgn eisini váttar. Hann hevði roynt at nútímansgera sjúkrahúsverkið, meðan Effersøe kanska var meira afturhaldssinnaður. Hann heldur eisini, at danskir læknar hava trupulleikar við at seta seg inn í viðurskifti hjá vanliga føroyinginum.
Framvegis samband við føroyingar í Danmark
Hoff fór aftur til Danmarkar og gjørdist lækni i Keypmannahavn. Hann luttók dúgliga í orðaskiftinum um heilsumál. Hann varð í 1896 býarlækni í Keypmannahavn og frá 1912-1918 formaður fyri Sundhedsstyrelsen. Framvegis arbeiddi hann eisini fyri fráhald.
Tá Hoff kemur úr Føroyum fóru hann og konan frá hvørjum øðrum, og hann giftist aftur við teirri 18 ár yngri Alvilda Harbou, sum gjørdist ein kendur lækni og kommunalpolitikkari í Keypmannahavn. Hon hevur fingið meira umrøðu í Dansk Biografisk Leksikon, enn hann hevur fingið.
Væl lýddur í Føroyum
Danski læknin Hjalmar Heerup segði í eini grein í 1959 í Fyens Stiftstidende um Hoff:
Den sidste landkirurg var den senere formand for sundhedsstyrelsen etatsråd Hans E.E. Madsen Hoff. Han studerede, lige som Panum havde gjort i 1846, mæslingernes forhold under epidemien i 1875. Han var en ualmindelig flink læge og mindes endnu på Færøerne. Han var min første chef, da jeg blev distrikslæge i Klakksvig. Han var meget elskværdig og hjælpsom.
Jeg kan ikke lade være med at at berette om en pudsig episode, som professos Monrad fortalte mig. Etatsråd Hoff var på det tidspunkt formand fyri sundhedsstyrelsen. Han var en meget fremtrædende afholdsmand. Nu holdt lægeforeningen årsmøde i Horsens, og medlemmerne var efter en animeret middag ved at gå til ro. De opholdt sig på hotellets gang og var ved at sige: “God nat” til hverandre i en noget løftet stemning. Der kommer da en lille mand op ad trappen. Hoff var lille og skaldet. Professor Monrad går hen til trappen og klapper den lille mand på den skaldede isse: “Nå, kommer du nu med morgenavisen, min dreng.” Han opdagede til sin rædsel, hvem det var og tog straks hans kuffert og viste ham til rette.
Etatsråden sagde den følgende dag, at i går så jeg vrangsiden af den danske lægestand. Den eneste, der var pæn, var Monrad!
Hoff hevur eisini víst vælvild móti føroyingum, eftir at hann er komin aftur til Danmarkar.
Sámal á Krákusteini hevur greitt frá í sínum endurminngum, at tá ið hann var á embætisferð sum politistur í Danmark, plagdi hann at vitja Hoff, og hann var eisini beinasamur, tá ið okkurt mál var at loysa.
Hoff doyði í 1929.
Keldur
Elin Súsanna Jacobsen
Beinta í Jákupsstovu
Komandi partur
verður greitt frá Ingu og Zacharis hjá Bøkjaranum