Amundsen í læru hjá eskimoum

RANNSÓKNARFERÐIR. Annar partur um ferðina hjá Amundsen 1904-6 við skipi norður um Ameriku, har upprunafólkið, sum hann hevði stóra virðing fyri, lærdi hann, hvussu hann skuldi bera seg at í kuldanum. Ein lærdómur, sum kom honum væl við seinni

Eftir Jústinus

Leivsson Eidesgaard


Í seinasta 2´ara greiddu vit frá fyrsta parti av ferðini hjá Amundsen við ?Gjøu?, ið var fyrsta skip í heiminum, sum sigldi norður um Ameriku. Tá teir vórðu komnir hálvan veg og vóru staddir við King Williams Land í Kanada, drógu teir á bæði, um teir nú skuldu leggja stilt fyri veturin, ella um teir skuldu leggja leiðina vestureftir. Amundsen hevði longu lært, at ein kanningarferð hevði einki virði í manna eygum, hevði hon ikki eitt vísundaligt endamál. Og vísundaliga endamálið við ferð Amundsens var, at finna fram til um magnetpólurin hevði flutt seg, síðan Ross var á leiðini í 1831. 9. september 1904 varð skipið lagt fyri teym í Gjøahavn, sum teir kallaðu lítlu kyrru víkina, teir høvdu funnið. Enn var ongin ísur at síggja. 1. oktober byrjaði sjógvurin at frysta og 3. oktober vóru teir fastir í ísinum. Næstu vikurnar vóru friðaligar, men so hendi nakað.

Hósdagin tann 29. oktober fór Amundsen sum vanligt upp á dekkið klokkan hálvgum níggju um morgunin. Við tað sama sá eg ein fylgi, sum eg í fyrstuni helt vera eitt fylgi av reinsdjórum. Seinni vísti hetta seg at verða fólk, teir fyrstu eskimo-raranir, uppruna fólki í Norður-kanada.

Amundsen var eitt sindur ivasamur og visti ikki rættuliga, hvat hann skuldi halda. Hann hevði hoyrt, at vanliga so vóru eskimoar fryntlig fólk, men at teir eisini kundu gerast eitt sindur keðiligir. Fyrsti fundurin mátti ganga rætt fyri seg.

?Eg gjørdi meg tilreiðar og bað Lund og Hansen um at fylgja mær. Allir bóru vit byrsu. Tá vit fóru av skipinum, eg fremst og teir báðir eitt sindur aftanfyri og allir við byrsu á herðunum, vóru eskimoararnir longu komnir oman á ísin. Vit nærkaðust skjótt. Eskimoararnir vóru fimm í tali og teir komu í móti okkum, meðan teir allir gingu við síðuna av hvørjum øðrum. Utta at sýna nakran ótta komu teir nærri og eini hundrað metrar frá skipinum hittust vit.?

At norðmenninir vóru vápnaðir vísti seg at vera óneyðugt, ella kanska sera fyribyrgjandi.

?Tað var, sum at vit hittu gamlar vinir. Teir góvu heilsaðu okkum vinarliga við at strúka okkum eftir bringuni og søgdu: ?Minaktumi?. Vit gjørdu tað sama og vinarlagið varð knýtt.?

Amundsen hevði vónað, at hann fór at hitta eskimoar. Hesir løgnu brúnu menn við skeivum eygum og langum samanfløktum hári niður á herðarnar, vóru í skinnklæðum, tilevnaðar úr reinsdjórahúðum, so at teir næstan líktust djórum. Teir vóru av netsilikættarbólkinum, sum er tann minst kendi og mest av-byrgdi í Kanada. Teirra forfedrar høvdu hitt pólfarar í seinastu øld, men hesir høvdu ongantíð hitt ein hvítan mann áður. Fyri ein fólkalívsfrøðing var hetta eitt dreymaland.


Lív í dagbøkurnar

Nú kom rættuliga lív í dagbøkurnar hjá manningini á ?Gjøu? og serliga í dagbókina hjá Amundsen. Hann ger ikki so nógv burturúr at skriva um seg sjálvan og manningina, men tá hann skrivar um eskimoararnar, so skrivar hann við lív og sál og leggur kenslur í. Tað tykist, at Amundsen er sera dugnaligur at knýta vinarbond við upprunafólk.

Umborð hevði hann tvær eskimoiskar orðabøkur, og við hesum royndi hann at tosa við eskimoararnar. Teir sluppu at gista í lastini á ?Gjøu? og dagin eftir fóru teir aftur til hús. Teir komu aftur og triðju ferð fór Amundsen við teimum. Hann vildi síggja, hvussu teir búðu

Tá teir høvdu gingið í einar sjey tímar, so komu teir til bygdina. Her lógu nakrar fáar igloir, tað eru kavahús, í kavanum. Bygdin lá við eitt fryst vatn í einum dali, við lágum bakkalendi kring. Bygdafólkið tyrptist saman at síggja hendan ?kabluna?, ið merkir hvítur maður á eskimoiskum.

?Tað var ein undrunnarverd sjón, nú eg minni meg á, og eg við ongantíð gloyma hesa sjón. Í kavaoyðuni stóð eg umgyrdur av einum flokki av villum fólkum, sum róptu og skríggjaðu í holið á hvørjum øðrum, hugdu meg í andlitið, hálaðu í mín búna, struku og kíndu mær. Ljósið gjøgnum ísgluggarnar í smáttunum rann saman við tað bleik-grøna ljósið í vestri frá tí doyggjandi degnum.?

Amundsen var einsa-mallur á hesi ferð og hann var ikki vápnaður, og sjálvt um tað seinni vísti seg, at larmandi vertsfólkini vil honum bara gott, so var tað djarvt av Amundsen. Amundsen hevði við vilja givið seg í hendurnar á hesum ókenda fólki, fyri at vinna teirra állit.


Gisti í igloo

Amundsen gisti í einari iglo saman við tveimum familjum, sum búðu har. Dagin eftir fór hann aftur til skipið og tríggir eskimoar fylgdu honum. Teir tøssaðu gjøgnum kavan, uttan at nýta kavaskógvar og Amund-sen hevði ilt við at fylgja teimum, sjálvt um hann stóð á skíð og hevði tveir stavar og kavin var passaligur.

Hetta var fyrstu ferð, at Amundsen hitti eskimoar. Hann hevði gruna áður, men nú var hann sann-førdur um, at ongin dugdi betri at fóta sær kring pólin, enn júst eskimoar. Hann samanbar eisini teltið við igloina og helt, at igloin var munandi betri og hugnaligari.

Amundsen hevði fingið tað hann leitaðir eftir, tá hann vitjaðu eskimoararnar. Vinarbond vóru knýtt. Nú hendi tað seg javnan, at eskimoar koma á vitjan umborð á skipinum. Teir vildu selja og keypa og Amundsen var íðin at tingast við teir.

Í byrjannini var endamálið við samskiftinum hjá Amundsen við eskimoararnar fyrst og fremst ynskið um at læra teirra kynstur. Bæði Nansen, Astrup og dr. Frederik Cook høvdu lært hann, at ein kundi læra rættuliga nógv av upprunafólkinum í póllondunum. Og hann var samdur við ráðgevum sínum. Siviliseraði heimurin hevði ikki einkarrætt upp á vitan, tú kundi læra nógv av upprunafólki.


Steinaldarfólk

Netsilikeskimoararnir livdu framvegis sum steinaldarfólk, tá Amundsen vitjaði tey í 1904. Teirra vápn eru bogi og ørvur og teir gera grýtur úr fitisteini. Teir fáa eld við at gnýggja tvey turr sprek saman. Hóast hesi fólk vóru aftarlaga, samanmett við menningina, sum evropearin hevði uppliva seinastu øldirnar, so kundi lærast nógv av teimum. Hesi fólk høvdu gjøgnum túsund av árum laga seg til umstøðurnar í køldu londunum og á teirra øki vóru tey ser-frøðingar. Tey høvdu enn ikki verið í samband við sivilisatiónina og teirra vitan var ikki ávirkað av nøkrum øðrum mentanum. Amundsen var greiðir yvir hetta, og hann avgjørdi at hesi fólk skuldu læra hann at standa seg í kuldanum. Sjálvt um hann longu hevði nýtt tíggju ár, at útbúgva seg sum pólfari, so ásannaði hann, at enn var nógv sum hann ikki hevði lært, tað var nógv sum hann kundi gera betri.

Í fyrstuni galt um hjá Amundsen at læra hvussu netsilikeskimoararnir kláraru seg í hesum oydna og berliga landi. Tó skjótt fekk hann eisini áhuga fyri teirra mentan. Hann hevði viðfødd evnir at gera hetta arbeiði. Hann byrjaði at skriva niður hvussu teir livdu. Amundsen var ikki útbúgvin fólkalívsfrøðingur, men hann arbeiddi júst sum ein. Hann hevði serlig evnir, tá tað snúði seg um at seta seg inn í hugsunnarháttin hjá hesum fólki. Hann var tann fyrsti sum skrásetti mentanina hjá netsilikeskimounum og savnaði lutir saman. Ikki fyrr enn fleiri ættarlið seinni er ásannað, hvussu virðismikið hetta arbeiði hjá Amundsen er.


Flytir inn

Jóladag fekk ?Gjøa? vitjan av einum netsilik, hann var um fimti ára gamal. Hann kallaðist Teraiu. Hann var í ringum hýri og greiddi frá, at ættarbólkurin var rýmdur frá honum, konuni og einum barni. Tey høvdu ongan mat og nú um veturin var ikki møguligt at fáa nakran mat. Reinsdjórini rýmdu longu í oktober og kópurin kom ikki aftur fyrr enn í februar ella mars. Uttan teirra hjálp vildu tey doyggja í hungri.

Amundsen sá beinan-vegin, at her var høvi í frið og náðum at læra seg málið og hvussu eskimoararnir livdu. Teraiu fekk boð um, at hann kundi búgva nærhendis skipinum. Teir góvu honum mat og brennievni. Bæði hann og konan Kaiogoloo fóru at ganga teimum til handa umborð á ?Gjøu?.

Men Teraiu var ikki bara húskallur og mállærari. Hann var eisini sera dugnaligur at byggja igloir, sum ikki eru annað enn rund kavahús. Tey eru tó ikki løtt at byggja. Hann lærdi Amundsen hvussu ein byggir við tí tilfari, sum er á staðnum, nakað sum er grundleggjandi, skal tú koma undan í oyðuni.


Í reinsdjórabúna

Amundsen hevði ikki ligið á løtu síðuni. Umframt at hava savnað nógvar lutir saman, sum søgdu frá mentanini hjá eskimounum, hevði hann keypt eina rúgvu av skinn-búnum, sum hann skuldi nýta til seinni kanningar-ferðir.

Tá hann fyrstu ferð hevði verið í einum slíkum búna skrivaði hann í dag-bókina;

?Bæði tann ytra og tann innara anorakkin hongur leyst uttan á brókunum og sostatt sleppir luft altíð at kroppinum. Undirbuksirnar og buksurnar verða hildnar uppi við einum bandi um miðjuna. Tær hanga víðar niður um knøini og uttaná kamikkinum, tað eru styvlarnir. Búnin er frálíkur og hetta er einasti máti at vera í skinnklæð-um og ikki sveitta. Eg kann røra meg sum eg vil, eri heitur og ongantíð sveittur.?

Tað er ikki vanligt at hugsa sum Amundsen. Tað finnast fá framkomin fólk, sjálvt á okkara døgum, sum duga at innliva seg í mentannina hjá einum øðrum fólki, uttan sjálvi at vilja gera hesa betri. Amundsen hevði rætta lyndið og var nóg eyð-mjúkur at taka við læru frá øllum, sum høvdu nakað hann ikki dugdi. Tað kann gott vera, at eskimoar eru skittligir, pilka nøs og hava løgnar siðir, men tá tað snýr seg um at koma undan í póllondunum, so vóru teir nógv dugnaligari enn framkomin fólk. Amundsen skilti, at kynst-urin hjá eskimounum bygdi á herðunum á fleiri túsund ára mentan.

Amundsen fataði eisini skjótt hvat var týdningar-mikið, tá tú skuldi klæða teg í kuldanum. Tað er lættari at laga seg til kulda enn hita, tí fólk nýtast bert eitt passaligt bjálvandi lag fyri at halda hitan, meðan niðurkøling er munandi torførari. Bjálvingin fæst við at luft er millum kropp og klæði, tí luft er vána-ligur hitaleiðari. Tá búnin hongur leysur á kropp-inum, so er eisini pláss fyri luft. Men luftin má ikki standa still, tí so tornar sveittin ikki. Slepp-ir tú ikki av við sveittan, so gerast klæðini vát og har kuldin er nógvur merkir hetta, at klæðini fyrsta og so bjálva tey ikki meira. Júst hetta við sveittanum er ein av or-søkunum til, at eskimoar vanliga ikki skunda sær og av vesturlendingum verður hetta ofta misskilt, at teir eru dovnir.

Eskimoararnir skiltu hesar grundreglur. Týd-ningarmesta plaggið hjá teimum var ein anorakk ella ein parka, ein stórur jakki úr skinni við hettu, sum vardi høvur og anlit móti vindi og kulda.

Tað vísti seg, at júst netsilikeskimoararnir kundu læra Amundsen, at finna rætta búnan til sínar kanningarferðir. Teir nýttu reinsdjóraskinn, sum er lætt og bleytt. Teirra klæðir vóru vælegnað til at flyta seg skjótt yvir langar leiðir, og vóru tí júst tey, sum ein á skíðum hevði tørv á.