Í Fram vilja tey ikki sita hendur í favn, nú NÍF hevur sent inn kæru um vantandi spæliloyvi hjá Fram í dystinum millum liðini leygardagin.
Fram hevur í kvøld sent kappingarnevndini hjá FSF kæru, har teir eisini vísa á, at nólsoyingarnir ikki høvdu øll síni viðurskifti í lagi.
Soleiðis verða tvær kærur um sama dyst, sum kappingarnevndin skal taka støðu til, tá nevndin hevur fund í vikuni.