"Aftur nú"

Leygardagin kom nýggja yrkingarsavnið "Aftur Nú" eftir Unn í Dali í bókabúðirnar. Hetta er hennara fyrsta yrkingasavn, har høvundurin eygleiðir samanspælið millum menniskju og hugleiðir um, hvussu vit brúka tíðina, vit nú einaferð hava fingið tillutað

"Tú kanst tendra ella sløkkja - ikki bara eina kontakt, men eisini ljósið í teimum menniskjum, tú ert saman við. Tað er upp til tín og mín at velja." Reyði tráðurin í nýggja yrkingasavninum hjá Unn í Dali er næstrakærleiki . Á ymsar hættir setur høvundurin orð á ta felags ábyrgd, vit øll eiga fyri okkara medmenniskjum og vísir á, hvussu okkara atburður mótvegis øðrum altíð fyrr ella seinni rakar okkum sjálvi.
Eitt annað høvuðsevni í savninum er tíðin og mátin, vit brúka ella kanska serliga ikki brúka tíðina, tí sum høvundurin sigur í innganginum:
"Núið er tað, vit eiga, og onki annað. Núið er lívið. Tað eru bert vit menniskju, sum sovandi ganga og søkja okkum sjálvi, sum ikki síggja tað. Vit hava lyndi til at deila tað upp og so klossut royna at stykkja tað saman aftur, so tað hóvar okkum. Mótarbeiða sjálvum lívinum."
Annars lýsir høvundurin tær 26 yrkingarnar í savninum sum eygleiðingar, hugleiðingar og royndir, hon hevur gjørt sær í eini áhaldandi nú-process, har menniskja verður fatað sum eitt úrslit av síni fortíð, nútíð og bønum um framtíðina

Tú hevur bert tvey ting
Fortíðina og núið
Framtíðin er ikki tín
Hon hoyrir ongum til
Eksisterar ikki
Hon er ein uppdiktaður metaforur
Vit koma henni aldrin nærri
Enn núið loyvir okkum

Tað er forlagið Cre8, sum gevur "Aftur Nú" út. Savnið kostar 125 kr.