81 ára gamal er maðurin, vit hitta til eitt prát ein seinnapart í Sandavági. Um morgunin klokkan átta fór hann á fjall saman við 15 øðrum, og tá vit hitta hann klokkan hálvgum fimm, er hann akkurát innkomin. Tað sæst ikki á honum, at hann hevur verið burtur í fjøllunum ein heilan dag, og tá hann greiðir frá, mugu vit kýta okkum fyri at fylgja við.
Maðurin eitur Sigurð Petersenog og er hann ein bygdamynd í Sandavági.
- Ja vit fóru um átta tíðina í morgun. Eini 16 mans mundu vit vera, og vit fóru at reka gonguna, vit rópa Stóraleitið, sum er 160 seyðir. Tað gekk væl, og vit fingu alt í rætt, sigur Sigurð Petersen, tá vit spyrja, hvussu dagurin uppi í Ognadali gekk. Í Ognadali eru tvær gongur, har Stóraleitið er tann størra á 160 seyðir, og Kleppaseyðurin er minna gongan við sínum 135 seyðum.
- Eg haldi eisini, tað var væl filað, og at tað fer at vera eitt hampiliga gott ár, staðfestir Sigurð Petersen, meðan hann skonkir okkum kaffi. Dagurin í Ognadali royndist væl, tí hóast veðrið var gott, tá teir fóru, so gjørdist so myrkt inn í millum, at teir ivaðust í, um teir nú fóru at fáa alt í rætt. Tíbetur gekk tað tó sum ætlað, og í dag, hósdagin, var ætlanin at taka seinnu gonguna, um veðrið altso loyvdi tí, og tað sær tað út til.
Lætt at pensionerast
Sigurð Petersen var elsti maðurin á fjalli í dag, og tað er eisini ein leiklutur hann plagar at hava. Honum hevur altíð dámað væl at gingið og hevur verið sera virkin alt sítt lív. Sjálvt um hann er 81 ára gamal, so gongur hann framvegis í skorum.
- Eg orki líka væl vanliga gongd sum allir hinir, men tað er um okkurt knappliga hendur, at eg kanska eri í seinra lagi, smílist Sigurð. Skorarnar fráfarni skúlastjórin gongur saman við trimum øðrum, eru frá Trøllkonufingri og norðeftir.
Tá Sigurð fór frá sum skúlastjóri á skúlanum á Giljanesi, var tað ongin trupulleiki at fáa tíðina at ganga. - Eg havi altíð havt arbeiðshug, og tá eg altíð havi okkurt at tríva í, so var tað lætt at fara frá, sigur Sigurð Petersen.
Ein vanligur gerandisdagur hjá Sigurð byrjar um níggju tíðina á morgni. Tað er ymiskt hvat hann hevur at tríva í, tí tað avgera árstíðirnar. Vælhildnið og prýðiligi havin rundan um húsini krevur sítt, og Sigurð brúka fitt av tíð at halda hann. Men so veltur hann eisini epli, og hoyggjar tá tann tíðin kemur. - Ja, tað fer nógv tíð í hoyna, tí vit hoyggja til umleið tvey kúfóður, greiður Sigurð frá, sum um veturin hevur nakrar veðrar standandi, umframt tvær ær og nøkur lomb.
- Nei, heldur ikki langu dagarnar í hoyna eri eg fyrilægstur, tá eg komi til húsa, sigur hann, tá vit undrast á, hvar yvirskotið av orku kemur frá.
- Motión er gott og eg havi altíð verið virkin, men nú verður tað bara sjálvrós her, og tað kann ikki vera ætlanin, sigur Sigurð.
Hondbóltur á asfalti
Sigurð hevur frá barnsbeini av verið virkin ítrottarmaður. - Nú er tað fótbóltur sum fyllir mest, men tá var tað hondbóltur og fimleikur, vit spældu, fortelur Sigurð. Og hondbólturin var ikki sum hondbóltur er í dag. - Vit spældu fyrst á eyri, men seinni fingu vit ein asfalt vøll og tað var ótrúligt. Nú er alt tað virksemið flutt inn í høllina, staðfestir hann sorgblýtt.
Sigurð hevur eisini undirvíst í fimleiki í skúlanum, og nú hann er komin nakað upp í árini, og hvørki spælir hondbólt ella ger fimleik, so gongur hann næstan dagliga ein túr saman við konuni.
Itrottini hevur hann tó ikki slept heilt, og fylgir hann væl við hvat hendir. Eisini HM-kappingin í fótbólti, sum var í Týsklandi fylgdi hann í sjónvarpinum. - Tað var deiliga fittligt at hava ein dyst at hyggja eftir, sigur Sigurð Petersen.
Kennir øll
Tá Sigurð bygdi húsini stóðu tey fyri seg sjálvi, eitt fitt petti frá bygdini. Nú eru hús komin bæði omanfyri og niðanfyri hjá øllum, og tað er nakað Sigurð gleðist um. Hóast tað eru fleiri avbygdafólk, sum byggja í Sandavági, so er tað oftast soleiðis, at annar makin er úr bygdini. Og tá Sigurð hevur verið lærari og stjóri í so nógv ár, so kennir hann meginpartin av bygdini. - Ja, tað er so stutt síðani at eg gavst, so eg havi havt ein stóran part av teimum, sum í dag búgva og byggja her, sum næmingar, staðfestir Sigurð við einum smíli.
Kaffi er nú drukkið, og vit gera okkum til at reisa okkum. Men áðrenn vit fara biðja vit hann vísa okkum mylnuna, hann hevur í ánni í havanum. Á veg út spyrji eg til stuttleika, um hann eisini skjýtur harur. - Nei, tað havi eg ongantíð gjørt. Sum unglingi var eg viðhvørt við og bar, men eg havi ongantíð skotið sjálvur, sigur hann, og so leggur hann aftrat: Men mær dámar væl at fiska síl, og eg kundi hugsað mær at farið ein túr á Fjallavatn, fyrsta dagin tað viðrar.
Sigurð Petersen vísir okkum mylnuna, og letur vatnið renna ígjøgnum, soleiðis at vit veruliga síggja, at hon riggar. Hann fylgir okkum síðani niðan til portrið, og vit biðja hesi orkukelduni av einum manni farvæl.
Sigurð Petersen er føddur og uppvaksin á Steigini í Sandavági, og tað var har, hann trakkaði sínar barnaskógvar.
Sum hálvungur fór Sigurð Petersen undir bónda- og fiskaarbeiði. Tá kríggið byrjaði og onglendingarnir komu henda vegin, arbeiddi hann hjá teimum í eina tíð. Síðani gekk leiðin til Íslands, har hann arbeiddi á einum bóndagarði. Og í Íslandi hevur hann vitjað aftur síðani.
Aftur komin til Føroya fór Sigurð á Læraraskúla í Havn. Tá hann var liðgur arbeiddi hann eitt ár sum lærari í Havnini, áðrenn hann fór niður at lesa eitt ár aftrat.
Heim aftur komin fór hann í starv sum lærari í Sandavági, har hann stutt eftir varð stjóri. Tað starvið hevði hann, til hann fór frá fyri aldur í 1992.