"Estonia" var smuglaraskip

Í minst tveimum førum smuglaði svenska verjan russisk vápn úr Estlandi til Svøríkis við ferjuni "Estoniu" - eisini í september í 1994, tá ferjan sakk

Líka síðani "Estonia" sakk í Eystrasalti tann 28. september í 1994 hava gitingar verið um, hví ferjan sakk, og tey flestu eru á einum máli um, at tann almenna frágreiðingin, sum kom nakað seinni, svaraði ikki øllum spurningunum.

Fyrrakvøldið hevði svenska sjónvarpið eina sending um vanlukkuna, og har kom fram, at svenska fregnartænastan smuglaði framkomin russisk vápn úr Estlandi og hinum baltisku londunum við "Estoniu".

Tað finnast eingi prógv fyri, at russisk hernaðarútgerð var umborð á ferjuni vanlukkunáttina, men tann sannroynd, at alt er kki komið fram, er nóg mikið til at kanna vanlukkuna umaftur, sigur Lars Borgnæs, sum hevur gjørt sendingina.

-Tað minsta kravið má vera, at kavarar fara niður at kanna dekkið á ferjuni fyri at vita, hvat var í lastbilunum. So vítt vit vita, hava eingir kavarar verið har, og tí vita vit ikki, hvat var í lastbilunum, sigur Lars Borgnæs.

Í sendingini brúkti hann upplýsingar frá fyrrverandi tollstjóranum í havnini í Stockholm, Lennart Henriksson, og har kom fram, at hann hevði ikki sagt alt, sum hann visti, tá málið bleiv kannað.


Uttan um tollin

Í sendingini greiddi Lennart Henriksson frá, at í september í 1994 fekk hann at vita frá einum stjóra í svenska tollverkinum, at tollararnir í havnini í Stockholm skuldu ikki kanna ein ávísan bil, sum kom við "Estoniu" tann 14. september. Hann gjørdi, sum honum var álagt, men helt kortini eygað við bilinum, tá hann kom í land. Tað vísti seg at vera ein Volvo 745. Í bilinum vóru nakrir kassar, og Henriksson skilti, at heta vóru kassar við onkrari herútgerð. Tá hann seinni kannaði, hvør átti bilin, vísti tað seg, at hetta var ein bilur hjá tøknifyritøkuni Ericsson.

Í sendingini greiddi Lennart Henriksson frá, at seks dagar seinni, tann 20. september, fekk hann aftur boð um at lata ein ávísan bil sleppa ígjøgnum tollin uttan kanning. Hetta var ein vøruvognur.

Stjórin hjá Lennart Henriksson váttaði í sjónvarpssendingini, at tað hendi av og á, at bilar við loyniligum farmi komu við "Estoniu", og at boðini um at lata bilarnar sleppa ígjøgnum tollin komu frá verjuni. Men hetta dugdu hvørki táverandi aðalstjórin í tollverkinum ella táverandi verjuovastin at minnast. Heldur ikki ovastin í hernaðarligu fregnartænastuni sigur seg minnast hetta, men hann vildi ikki taka lut í sendingini.

-Av tí at málið snýr seg um loyndarmál hjá verjuni kann eingin siga nakað, sjálvt um teir minnast tað, sigur táverandi verjuovastin, Erik Rossander, við svenska sjónvarpið.


Kannast umaftur

Táverandi verjuovastin í Estlandi, Alexander Einseln, hevur einki ímóti at siga sína hugsan. Við svenska sjónvarpið sigur hann, at upplýsingarnar um vápnasmuglingina eru av slíkum slagi, at málið eigur at verða kannað. Men tað skulu vera óheft fólk, sum gera kanningina, og tey kunnu tí ikki vera úr Estlandi, Svøríki, Finnlandi ella Týsklandi, sigur hann.

-Fólk hava krav uppá at fáa at vita, hvat hendi, og hví tað hendi, sigur Alexander Einseln og leggur afturat, at vóru loynilig vápn umborð á "Estoniu", kann tað vera orsøkin til, at myndugleikarnir vóru so skjótir at leggja lok á vanlukkumálið, sum hann tekur til.