Vitjan
Stjórin í felagnum, Árni Skaale, var fryntligur og vísti okkum áhugaverdu framleiðslugongdina heilt frá rávøruni, sum rópt verður EPS (ekspanderbart poly styren) til lidnu vøruna, sum eftirhondini er vorðin rættiliga fjølbroytt og hevur uppaftur fleiri møguleikar enn teir, sum í dag eru fastur táttur í dagligu framleiðsluni.
P/F Looknorth er dømi um eitt virki, har lutfalsliga fá fólk kunnu framleiða eitt breitt úrval og eina stóra nøgd av vørum til føroysku vinnuna, bæði á sjógvi og landi.
Felagið hyggur eisini út um landoddarnar og bjóðar sínar vørur fram í kapping við útlendskar framleiðarar.
Partafelagið, sum eigur virkið, er stovnað 2. mai ár 2000. Fyrsti framleiðsludagur var 19. februar árið eftir, og fyrstu kassarnir til alivinnuna vórðu latnir av virkinum, 26. februar 2001.
- Okkara aðalmál er at skapa nýggjar vørur við støði í føroyska samfelagnum og serliga við atliti til sjóvinnuna og fiskivinnuna á landi. Felagið leitar støðugt eftir nýggjum vinnumøguleikum, eisini møguleikum, sum ikki áður hava verið royndir í Føroyum. Somuleiðis er tað eitt mál hjá okkum, at ein partur av umsetninginum kemur frá útflutningi av vørum, sum vit kunnu framleiða í kapping við aðrar, sigur stjórin, Árni Skaale.
Krevur hugflog
Virksemið hjá Looknorth varð í fyrsta lagi bygt á at framleiða kassar til útflutning av alifiski, men tá ið henda vinna av ILA-sjúku stutt eftir byjanina hjá Looknorth kom í tungan sjógv og seinni at kalla steðgaði upp, noyddist lutfalsliga nýggja felagið at leggja á annan bógv.
- Vit ásannaðu, at marknaðurin av kassum og flotum til alivinnuna gekk undan, og tí noyddust vit at venda eyguni aðrar vegir.
Árni Skaale sigur, at tað hevur kravt tíð, hugflog og íløgur til umleggingar at laga framleiðsluna til nýggja marknaðin, tá ið alifiskurin sveik og at enda bleiv burtur.
Hinvegin hevur virkið í Klaksvík royndir og góða tøkni á økinum, tá ið alivinnan einaferð reisir seg aftur.
Í dag hevur Looknorth megnað at skapt sær eitt stórt og áhugavert útboð av kassum til útflutning av feskum fiskavørum, heilum fiski og fløkum, og útboðið er støðugt veksandi.
Hugskot kærkomin
- Umframt tað, sum okkum kemur til hugs at framleiða til marknaðin, er vinnan á sjógvi og landi og onnur við altíð vælkomin við hugskotum um nýggjar vørur og nýggjar møguleikar, sigur Árni.
Felagið arbeiðir støðugt við nýggjum
hugskotum og vørum, bæði úr skúmplasti og harðplasti.
- Gongur tú soleiðis við einum góðum hugskoti, eru vit altíð til reiðar at tosa um nýggjar møguleikar og nýggjar avbjóðingar, sigur stjórin, sum ynskir at knýta felagið í Klaksvík uppaftur nærri vinnuni, bæði í Norðoyggjum og kring landið annars.Útboðið hjá fyritøkuni í dag snýr seg um einar 10 ymiskar støddir av flamingokassum, harav nakrar av støddunum eru nýggjar. Umframt kassar í ymiskum støddum til ymiskar feskfiskavørur, framleiðir virkið eisini flamingokassar til útflutning av eitt nú hummara og havtaskusporlum.
- Kassarnir, sum vit levera til útflutnings av eitt nú hummara, hava sera tætt lok, tí hesir verða sendir sum flogfrakt, og tá er umráðandi, at einki lekur úr teimum og niður í fløgførini, sigur Árni.
Looknorth framleiðír bæði kassar við dreni og tættar kassar uttan dren, við loki og ongum loki.
- Minsti kassin, sum vit hava í dag, tekur 3,5 kilo ,og tann størsti tekur 200 kilo. Stóri kassin, sum saman við øðrum smærri kassum er nýggjur í okkara framleiðslu, kann flytast við trukki ella plattavogni, tá ið hann er fullur, og hann kann eisini stáplast, sigur stjórin.
Tæna vinnuni
Árni dylur ikki, at Looknorth leggur stóran dent á at framleiða dygdarvørur til vinnuna, og er tað nakað, sum vinnan ynskir øðrvísi, er felagið altíð til reiðar at taka spurningar um møguligar betringar og broytingar upp.
- Vit eru til fyri at tæna vinnuni og framleiða ta vøru, sum vinnan hevur brúk fyri og vil hava, sigur hann.
Av lutfalsliga nýggjum vørum hjá Looknorth, sum vit higartil ikki havt nevnt, er eisini serligi stólpin til saltfiskaeskjur, sum felagið hevur framleitt úr egnum hugskoti. Longdin á stólpanum er 62 cm; hann er matvørugóðkendur og kann festast við klipsi.
- Endamálið við stólpanum er at styrkja eskjurnar, sum saltfiskurin vanliga verður útfluttur í, og somuleiðis er eitt av málunum at gera tað møguligt at stápla tveir plattar omaná hvønn annan.
Árni sigur, at stólpin ger tað lættari hjá útflutningsfyritøkunum og ger eisini, at tær kunnu verða spardar fyri reklamatiónir, sum virkini kunnu fáa, tá ið eskjur verða skaddar undir flutningi.
- Vit hava arbeitt við at styrkja stólparnar, og nú er stólpin nógv sterkari, enn hann var og er væl egnaður til eskjurnar við saltfiski, sigur stjórin.
Tað kostar pening at menna nýggjar vørur, bæði við at finna skapið, útbúnaðin til framleiðsluna og at finna røttu og neyðugu styrkina.
Á Looknorth eru teir nú soleiðis til reiðar at bjóða vinnuni ein góðan og sterkan stólpa til endamálið.
Aðrar framleiðslur
Av øðrum framleiðslum, sum Looknorth hevur í útboði, eru eitt nú trolkúlur, sum virkið framleiðir í fýra støddum og til ymisk dýpir.
Flamingo-plátur til bjálving er ein framleiðsla á virkinum. Hesar fáast í ymiskum tjúktum, eru trýstfastar og stoyptar, ikki skornar.
Looknorth framleiðir eisini flot til aliringar. Hetta eru flot, sum verða løgd inn í aliringarnar, so teir ikki søkka, um hol kemur á. Hesi flot eru formstoypt og ikki skorin.
Nýggir møguleikar
Árni Skaale er saman við sínum starvsfeløgum á Looknorth spentur upp á tunnilssambandið, sum væntandi tíðliga í summar kemur at knýta Norðoyggjar upp í meginøkið, og hann heldur, at hetta kemur at skapa vinnuni í Norðoyggjum øktar møguleikar og nýggjar avbjóðingar.
- Vit síggja hetta í fyrsta lagi sum ein nýggjan møguleika, men eisini sum eina avbjóðing. Nú verður lættari og skjótari hjá okkum at levera vørurnar til meginøkið, og tað síggja vit sum ein stóran fyrimun, sigur Árni Skaale, stjóri á Looknorth í Klaksvík
Nakrir fyrimunir við EPS-vørum er, at tær tola vatn, verja væl móti veðri, hava góð bjálvingarevni og eru lættar at handfara.