"Jaws"-maðurin deyður

Amerikanski rithøvundurin og fyrrverandi blaðmaðurin Peter Benchley er deyður 65 ára gamal efttir drúgva sjúkralegu.

Peter Benchley var kanska ikki so kendur av navni sum mangir aðrir rithøvundar, men tað var hann, sum skrivaði bókina "Jaws", sum var grundarlagið undir tí væl kenda filminum við sama navni ella "Dødens Gab", sum hann bleiv kallaður á okkara leiðum. Hann skrivaði eisini bøkurnar "The Deep" og "The Island", sum báðar eru gjørdar til film.

Peter Benchley hevur seinni greitt frá, at hann fekk hugskotið til bókina "Jaws", tá hann ein dagin frætti um ein fiskimann, sum hevði fingið ein stóran háv uttan fyri Long Island. Í 1975 gjørdi kendi filmsmaðurin Steven Spielberg bókina til film, sum vann tríggjar Oscar-virðislønir.