"Just one click away"

Í 2002 varð nýggj útflutningsdeild sett á stovn á Menningarstovuni ? Faroe Islands Trade Council. Útflutnings-deildin hevur sum endamál at verða fremsti samstarvsfelagin hjá føroyskum fyritøkum í útflutningsspurningum og at marknaðarføra føroyskar fyritøkur, vørur og tænastur á altjóða marknaðinum

Menningarstovan

Jú skjótari framtíðin broytist, jú minni brúk er fyri tínum royndum. Eingi fordømi eru fyri stóru broytingunum, sum henda á altjóða marknaðum í 21. øld. Vit liva ikki longur í 20. øld, ei heldur skulu vit hyggja eftir, hvat hendi í 20. øld - vit skulu hyggja frameftir, hvat fer at henda í 21. øld, og á hvønn hátt Føroyar kunnu gera seg galdandi á áltjóða marknaðinum í framtíðini.
Kundin í 21. øld er uppaldur í eini zappimentan, har hann ikki bara hevur sæð MTV, men harafturat hevur zappað millum í minsta lagi 30 aðrar sjónvarpsrásir. Kundin hevur ongantíð manglað mat og drekka, hann hevur altíð havt eitt stað at búgva. Heimið er ikki bara staðið, har hann býr, men avspeglar eisini hansara persón og lívsmynstur, sum hann yndar at zappa ímillum. Hann hevur ta útbúgving, arbeiði og pening, sum hann hevur zappað seg til. Tú kanst ikki rokna teg fram til hansara keypsatferð, tí eins og hann ger í øllum øðrum, so zappar hann eisini har.
Allarhelst kennir tú tað frá tær sjálvum. Tá farið er at vára eins og nú, hugsar tú kanska meiri um teg sjálvan; tey eyka kilo?ini, sum komu uppá á jólum, tú rennur nakrar túrar, keypir nógv grønmeti - kanska fisk - og um tú hevur tíð, ja so gert tú kanska mat í út ímóti einum tíma. Hevur tú kortini ikki tíð, ja so gerst ikki við, og ein pizza verður smekkað inn í ovnin í 20 minuttir. Hevur tú sera ringa tíð, so verður tað til mat í mikrobylgjuovni, sum einans tekur tær 4 minuttir. Tú hevur allar valmøguleikar. Tí er tín atferð og títt keypsmynstur avgjørt av hvørjari støðu, tú ert í júst nú - eins og tað er fyri allarflestu fólk í vesturheiminum.
Kundin hevur ongantíð havt so nógv at velja ímillum, tá hann fer at keypa, og hann elskar tað. Tað nýggja og spennandi er tað allarbesta, men tað nýggja verður skjótt keðiligt, og so skal hann aftur royna nakað nýtt. Eitt ótal av fiskarættum eru at fáa, flestu fiskaframleiðarar í heiminum kýta seg sum ongantíð fyrr at vera nýskapandi og finna uppá m.a. orientalskar, eksotiskar, italienskar og meksikanskar fiskarættir. Ein franskur fiskaframleiðari hevur eina vøruskrá við fleiri enn 30 ymiskum góðskaðum laksarættum, við alskyns smakki í.
Og nú situr tú allarhelst við spurninginum: "Hvat so við teimum føroysku raspaðu fiskafingrunum?"
Hugsa tað óhugsandi
Í skrivandi løtu eru vit ikki vitandi um, hvussu føroysku raspaðu fiskafingrarnir hava tað á altjóða marknaðinum, men atferðin hjá børnum í yvirfloymda kunningar-samfelagnum er meinlík teirri hjá teimum vaksnu. Tey eru helst "clickarar" heldur enn "zapparar", og teirra lívsmynstur er kanska enn meiri fylt við broytingum.
So hví ikki hugsa tað óhugsandi og gera eina megaavtalu við Disney og gera fiskafingrar til Disneyímyndir. Hugsa tær ein fiskafingur umskapaðan til høvdið á Simba í næstu útgávu av Lion King? Og so er tað enntá skapandi fyri børnini, tí tey sjálvi sleppa at tekna oyru, eygu, nøs og munn við ketsjuppdunkinum.
"Heilt erligt, hetta er ov langt úti, nú lesi eg ikki meiri" hugsar tú kanska, men ger tað kortini.
Um Føroyar skulu hava ein leiklut á heimsmarknaðinum í framtíðini, so mugu vit hugsa nýggjar hugsanir. Vit mugu hugsa tað óhugsandi. Vit mugu finna tær óskrivaðu síðurnar á marknaðinum, har eingin er at kappast við og skriva tær einsamøll.
Í Føroyum verður ofta sagt, at í góðum tíðum hevur eingin tíð at hugsa nýtt, og í ringum tíðum hevur eingin ráð at hugsa nýtt. Lurta ikki eftir hesum, tí nýhugsan er lívsæðrin í samfelagnum, so hugsa bara nýtt alla tíðina. Ver altíð eitt fet frammanfyri!

Dovin fiskur

Á fiskamarknaðinum hava vit eina rúgvu av avbjóðingum. Hvítfiskastovnarnir eru vorðnir smærri. Fiskaframleiðarar úr okkara grannalondum broyta teirra framleiðslu til at virka onnur fiskasløg úr Suðureysturasiu og Suðurameriku. Rækjur og laksur, sum fyrr hava verið ein háprísvøra, eru nú á útsølu. Meiri og meiri av rávøruni hjá okkara grannum - og kanska eisini hjá okkum ? verður seld til kinesiska maquiladora ídnaðin, ið hevur eina bíligari framleiðslu, og tí verður seld víðari til lágprísir.
Her er onki sprell í. Fiskur á útsølu er longu vorðin "discountfiskur", og tað forkunnuga við honum er ikki forkunnugt longur. Kundin hevur longu zappað víðari til aðrar forkunnugar vørur, um tað er tað, hann ynskir.
Og hví skal Føroyar vera á útsølu? Hava vit ikki meiri at bjóða enn tað? Vit hava altíð verið ein stolt fiskivinnutjóð, og eru vit ikki eisini tað í 21. øld? Eru vit farin at missa virðingina fyri okkara fremstu útflutningsvøru, tí vit ikki vita, hvussu vit skulu tackla nýggju avbjóðingarnar, heimurin bjóðar okkum?
Er tað rætt av okkum at lata okkum draga við í hesi lágprískapping? Eiga vit ikki heldur at sermerkja okkum og finna eitt betri úttrykk og leita eftir háprísmarknaðum við forkunnugum vørum? Søgan um burðardygga og etiska fiskivinnu og reint havumhvørvi vigar tungt og forkunnugt úti í heimi.

Guðrunx3

Samstundis, sum fiskurin er dovin, eru onnur í føroyska samfelagnum, sum bróta upp úr nýggjum. Hagtøl frá Hagstovuni vísa, at bert 0,4% av føroyska útflutninginum kemur aðrastaðni frá enn frá fiskivinnuni. Tíbetur vórðu hesi tølini avsannað.
Tað eru nógv dømi um aðrar vinnur, ið eru nýhugsandi. Nógvar fyritøkur hava skilt, at allur heimurin liggur fyri fótum teirra. Tað stuttliga og spennandi við nógvum av hesum vinnum er, at heimamarknaðurin er ikki áhugaverdur. Tær fara beina kós út á heimsmarknaðin at gera seg galdandi. Úrslitið er spennandi størv til spennandi fólk í einum spennandi starvsumhvørvi á einum heimsmarknaði í støðugari broyting. Spyr Kervi, Formula.fo ella Oilwind, um tey keða seg, tá tey eru til arbeiðis.
Ikki ber til at fara uttan um Guðrun & Guðrun. Áttu vit eitt gullegg ella kanska ein gullfisk at geva, so var hann teirra. Vit onnur hava hugsað ull í mong, mong ár ? tær hugsaðu heimabundið. Tær eru kanska á veg móti stjørnunum.
Ei heldur kunnu vit koma uttan um frálíku røddina hjá Guðruni Sólju Jacobsen, sum flestu av okkum ikki kendu, áðrenn vit hoyrdu og sóu hana á sjónvarpsskýggjanum. Fyri Guðrun eru vit ikki áhugaverd, vit føroyingar vóru ikki hennara avbjóðing. Hennara avbjóðing liggur á altjóða tónleikamarknaðinum, og lat okkum so lata vera við at tosa um krónur og oyru og prosent. At kunna útflyta eina slíka rødd, er meiri vert enn tað.
Megna vit ikki nýhugsan eisini í fiskivinnuni?

24H Worldwide

Fyri nøkrum mánaðum síðani var ein ráðstevna um sporføri í Mentunarhúsinum í Fuglafirði. Har var ein møgulig føroysk sporførisvisión framløgd. Fiskakeyparar kring heimin skulu kunna tøppa eitt nummar á fiskinum, teir keypa, inn á eina heimasíðu. Síðani síggja teir, hvaðani fiskur kemur, hvussu hann er fiskaður/aldur, hvussu hann er viðgjørdur, hvussu hann er fluttur, og hvussu hann kann verða borðreiddur.
Vit kunnu eisini brodera víðari, har vit venda visiónini 180 stig. Fiskakeyparin skal ikki kenna fiskin aftaná, at hann er keyptur, men hann skal kenna hann, áðrenn hann er veiddur. Hugsa tær, at hann on-line kann fylgja við í, hvar t.d. toskur nú verður veiddur og bíleggja fiskin, sum júst í hesi løtu verður veiddur á Norðhavinum.
Hugsa so víðari, at vit hava ein málsetning fyri levering uppá 24 tímar - worldwide.
Og nú situr tú kanska aftur við tí kensluna, at nú rapar fyri teimum. Hatta ber ikki til, vit hava ikki flogfør til tað, vit hava ikki flogvøll til tað, vit hava ikki sambond til tað, o.s.fr.
Lat vera við at hugsa í forðingum, hugsa í møguleikum. Vit kunnu ikki vita, um tað ber til, áðrenn vit hava gjørt alt fyri at fáa tað at bera til.
Kunningartøknin hevði megnað hetta, okkara skjóttframleiðandi skip og fiskavirki høvdu megnað hetta. Brennandi spurningurin er, á hvønn hátt okkara lítli flogvøllur hevði megnað hvønndagssamskiftið við alla verðina, og hvat altjóða flogfelag hevur pening og styrki til at gera eina slíka íløgu í hesum terrortíðum. Í einum slíkum høpi høvdu parkeringsviðurskiftini á flogvøllinum helst verið ein lítil "fiskur í havinum".

Eitt fet frammanfyri

Seinastu árini hava verið merkt av, at vit hava gingið í fótasporunum hjá stóru fiskivinnutjóðunum. Vit hava etið molarnar, sum detta av teirra borði. Vit hava fylgt aftan á norsku slipsadreingjunum, meðan teir hava skúmað allan róman. Vit hava verið bert eitt stig aftanfyri.
Er tað ikki upp á tíðina, at vit sermerkja okkum? At vit verða eitt fet frammanfyri.
Okkara havumhvørvi er reint, vit liggja fremst í burðardyggari veiðu, vit hava eina reina vøru. Ein av okkara kappingarfyrimunum er, at okkara fiskavørur eru úr einum reinum ella reinari umhvørvi enn flest alla aðrastaðni í heiminum. Latið okkum finna aðrar kappingarfyrimunir, og latið okkum eisini finna okkara veikleikar. Síðani kunnu vit víðari síggja okkara møguleikar.
Okkara land er lítið og tí lætt yvirskoðiligt. Tað átti at verið so lætt at stýrt, um vit gjørdu okkum ómak, og vóru samd um at fara somu leið. Sjálvandi við kapping innanlendis okkara millum, men tann komplementerandi effektin av einum samstarvi gagnar altíð øllum.

Framtíðartrends

Ikki bara konsumentmarknaðurin, men eisini Business to Business marknaðurin, er í støðugari broyting. Í veruleikanum er tað soleiðis í dag, at kundin avger, hvussu Business to Business marknaðurin arbeiðir. Endakundin setur ikki bara krøv til endavøruna, men eisini til øll liðini í framleiðsluni av vøruni.
Krøvini til fisk kunnu verða burðardygg veiða, sporføri, reint havumhvørvi og vistfrøðiligt fóður. Etisku krøvini síggjast eisini í øðrum. Máling á skipum skal verða uttan kemikaliir, kapitalíleggingar skulu verða etiskt rættar, og at hava børn í arbeiði er als ikki góðtikið nakrastaðni í virðisketuni.
Vit lúka nógv av hesum krøvum, og onnur krøv mugu vit arbeiða meiri við. M.a. eru stórir møguleikar í sporføri, tá vit hava tann eyðsædda kappingarfyrimun, at vit hava eitt so lítið og lætt yvirskoðiligt land.
At endakundin avger, hvussu Business to Business marknaðurin arbeiðir, sæst eisini við, at har, vit fyrr hava selt stórar mongdir, keypsavgerðirnar hava verið væl umhugsaðar og avtalur hava verið yvir fleiri ár, eru nú minni mongdir, meiri støðuavgjørdar keypsavgerðir og styttri ella ongar avtalur.
Trendurin er, at persónlig sambond, loyalitetur og traditión fáa minni og minni virði og góðskustempul, upplýsingar, effektivitetur og fleksibilitetur vinna. Business to Business marknaðurin er eitt produkt av okkum sjálvum, og tí er zappimentanin eisini galdandi her. Framtíðin er allarhelst "click"-mentanin, og tá ræður um at renna enn skjótari.

24x7x52

Vit búgva øll í somu verð til somu tíð. Jørðin hongur saman við einum digitaliseraðum neti, sum vit øll liva og virka undir. Klokkan hjá okkum øllum hevur 24 tímar, vit hava øll 7 dagar í hvørjari viku, og 52 vikur í einum ári. Vit eru "Just one click away" frá øllum øðrum.
So einfalt er tað.
Heimurin bjóðar okkum av, og vit skulu bara taka við avbjóðingini. Lat okkum bóltast á heimsmarknaðinum, sum um vit vóru á heimavølli. Júmen, hvat við handilsforðingum? Hvat við flutningstrupulleikum? Hvat við góðskukrøvum? Hvat við marknaðarføring? Hvat við fígging?
Menningarstovan bjóðar seg fram at taka við avbjóðingini og vónar, at fiskaútflytarar, veitarar til fiskivinnuna, nýggjar vinnur og slóðbrótarar gera tað sama.
Tað týdningarmikla er at hugsa tað óhugsandi, eins og vit hava gjørt í hesi greinini. Nú er tað tín túrur at brodera víðari.