Avstralska reiðaríið Star Cruises hevur gjørt av at selja ferðamannaskipið "Norway", sum einaferð var heimsins størsta skip av sínum slagi.
"Norway" er 43 ára gamalt, og tann, sum hevur áhuga og nóg mikið av pengum, kann fáa tað fyri einar 180 milliónir krónur. Men skipið kann ikki sigla, tí motorurin er farin og skal skiftast út. Tí verður roknað við, at skipið fer at kosta tí nýggja eigaranum einar 360 milliónir krónur, skal tað setast aftur í sigling, skrivar Aftenposten. Tað heldur blaðið vera í meira lagi og vísir á, at tað er sera dýrt at reka eitt tílíkt skip í dag. Sambært blaðnum er ein annar møguleiki, at skipið verður umbygt til eitt flótandi hotell.
Seinasta skipið verður upphøgt og selt sum gamalt jarn.