Nátatíðin
Nátungatíðin líður móti endanum og menn, sum hava tikið náta á sjónum seinastu 14 dagarnar, eru so smátt farnir at rigga av aftur. Báturin og neystið verða væl og virðiliga vaskað eins og tey amboð og íløt, sum nýtt eru í nátatíðini.
Spenningur og møði
Hjá teimum, sum reka vinnuliga tøku hesar dagarnar, er hetta ein spennandi, men rættiliga strævin tíð, hóast reingerðin er nógv lættari í dag enn áður ? við góðum roytimaskinum og aðrari "tøkni", sum lættir um hjá monnum. Tíðliga verður farið frá húsum, og ofta er møðin frá degnum fyri, ikki farin úr kroppinum. Nógv og langt verður siglt, og tá ið tú kemur so víða um á báðum sjóvarføllum, kann væntast, at onkur túrur ella teinur verður eitt sindur tvassutur.
Liggur báturin í Suðurstreymi ella á Skálafjørðinum, og leiðin ber eystureftir, er langur vegur, til nakar serligur náti er at síggja. Skal ein stórur nátadagur gerast, er oftast neyðugt at leggja leiðina til havs, norður á Fugloynna ella norður undir Enniberg á Viðoynni. Við vanligum báti, sum ikki er skjóttgangandi, verður í minsta lagi siglt einar 4-6 tímar, áðrenn nakað serligt er at taka. Hjá teimum, sum taka eitt minni tal av fugli til húsbrúks, er ikki neyðugt at fara so langan veg. Tá kann verða nóg mikið at fara út á opnan Kalsoyarfjørð, eysturum Nólsoynna, suður um Borðuna ella suður í Skopunarfjørð.
Hjá monnum, sum fara úr Norðoyggjum, bygdunum í norðrara parti av Eysturoy og Streymoy, er teinurin út á havhestaleið munandi styttri. Sama er hjá eitt nú vágamonnum og hestmonnum, har stutt er til fuglabjørgini ? ella, har oyggjarnar liggja soleiðis, at fuglurin, sum flýgur úr berginum, rekur fram við, tá ið væl er sjóvað.
Menn í Sandoy og Suðuroy taka eisini náta á sjónum, og her kunnu vit gita okkum til, at vestanfyri, har bjørgini serliga eru, roynist frægast.
Lættari reingerð
Eitt er so sjálv tøkan; eitt annað er reingerðin. Teir, sum royna at tjena sær nakrar krónur í nátatíðini, eru yvirhøvur væl útgjørdir við góðum roytimaskinum. Verður roytt við hond, roytir ein maður skjótt, um hann fær einar 25-30 fuglar frá hondini um tíman. Tú møðist skjótt í fingrunum og so hvørt, sum dagurin gongur, minkar ferðir og talið, sum fæst frá hondini, verður minni.
Tá ið havt verður í huga, hvussu leingi føroyski fiskimaðurin ikki hevði eitt hús at fara inn í umborð á sluppunum ? og hvussu langa tíð tað tók, til menn fóru at smíða sær flekiborð umborð á somu skipum, hevur menningin innan royting av fugli og reingerð annars seinastu árini verið stór.
Men tað tók eisini sína tíð?
Ein kvikur maður roytir einar 60-80 nátar um tíman við eini góðari roytimaskinu og tann, sum situr við gassblussinum, svíðir eins nógv, tí maskinan tekur ein part av dúninum eisini. So, her gongur skjótt undan, tá ið menn sita við.
Tað nýggjasta innan reingerð av náta, er vaskingin. Vanligt hevur verið, at fuglurin verður vaskaður við sotu, ofta í eini stórari gassgrýtu við heitum vatni. At vaska fuglin, hevur tikið sína tíð.
Men seinnu árini hava menn funnið uppá ráð. Nú vaska summir fuglin í eini vanligari blandimaskinu ? í heitum vatni og sotu. Hetta riggar óføra væl, og fuglurin verður reinur og vakur eftir 3-4 minuttum, sum um hann varð vaskaður við skrubbu.
Nýggi vaskihátturin er nógv skjótari, ómakaleysari og fer væl við fuglinum.
Eitt toypettið verður vundið og bundið á hvørt av jørnunum inni í blandimaskinuni, og síðan er hon klár til fuglavask.
Tað hevur ofta verið sagt, at sjálv fuglatøkan er tað lætta og stuttliga arbeiði og reingerðin tað strævna og meira óyvirkomiliga.
Og kanska er tað framvegis so, men bara tá ið veðrið er gott, og sjógvurin blikar. Hinvegin kann ein langur nátatúrur verða rættiliga strævin, tí tað er so ógvuliga sjáldan, at tað viðrar ein heilan dag.
Tað, sum áður tók langa tíð í neystinum ella skúrinum, tekur ikki nær til somu tíð í dag.
Tveir mans kunnu saktans royta og svíða einar 300 nátungar í seks tímar, men tað tekur helst einar 10-14 tímar at fáa fatur á hesum fuglum á sjónum, tá ið langt er á nátaleið og heim aftur til húsa.
Misjavnur fuglur
Tá ið lundin hevði eitt fellisár í ár, vóru menn spentir eftir at vita, hvussu nátatíðin fór at roynast.
Nú er tað soleiðis, at eitt velduga stórt tal av havhesti eigur og búleikast í Føroyum, og tað er so ymiskt, hvussu veðrið, sum er so avgerandi, háttar sær í nátatíðini. Tí kann eisini vera torført hjá monnum at siga, hvussu vorðið er við nátanum í ár, og hvussu hann er fyri.
Av 470 fuglum, sum vit tóku leygardagin í síðstu viku og mánadagin í hesi vikuni, var nógvur góður náti uppi í rúgvuni. Hinvegin var talið, sum fór burtur úr aftur rúgvuni, rættiliga stórt.
Leygardagin var fongurin 300, og tá vóru helst einir 25-30 fuglar ov vánaligir til brúks. Mánadagin var talið 170, og tá fóru í minsta lagi 15-20 burtur av, sum ikki kundu brúkast til nakað.
Um hetta er vanligt av so stórum tali, skulu vit ikki meta um.
Á veg heimaftur gjøgnum Sundalagið mánadagin sigldu vit fram á tríggjar nátungar, men eingin kundi brúkast. Hinvegin tók ein maður, sum fór norður gjøgnum Sundalagið næst síðsta mánamorgun, einar 25-30 nátungar, sum vóru væl í holdum.
So, torført er at meta um fuglin, men líkt kundi verið til, at hann ikki er so væl fyri í ár, sum onkuntíð.
Eitt fyribrigdi, sum ikki er óvanligt, er, at rov av svartfugli flóta í sjónum, sum rovfuglur hevur verið á. Men okkurt bendir á, at hesi rovini eru fleiri í heyst enn vanligt. Á ferðini leygardagin og mánadagin sóust nógv piðað rov av lundapisum og øðrum svartfugli flóta í sjónum.
Um hetta merkir, at fuglurin er verri fyri og veikari enn annars, verður ósagt.
Ein lundapisa fall fyri skoti norðanfyri mánadagin. Vit tóku hana upp, og hon var ógvuliga rak. Hinvegin vóru tveir lundar og ein álka í góðum holdum.
Tað er so mangt, sum er undarligt, tá ið náttúran gerst kørg, og tað er ikki altíð, at samanhangur er í tí, tú sært.
Søger net?
Norðanfyri Føroyar hevur vanliga fartelefonin einki samband, og tað kann stundum vera rættiliga keðiligt hjá monnum, sum á útróðri ella nátatøku vilja samskifta við heimið av og á. Kemur tú norður um ? um tað so er stutt úr landi, sigur fartelefonin "søger net", og tú fært ikki brúkt hana til nakað sum helst.
Nógvur bátur er norðanfyri, bæði um várarnar, tá ið norðhavsróðurin er, og nú í nátatíðini. Hetta eru alt lutfalsliga smáir bátar, og tí kundi tað verið ógvuliga hent hjá monnum, um fartelefonin rakk, at kunnað havt eitt ávíst samskifti haðani.
Men tað er vónleyst.
Tað kann tó undra, at hesi viðurskifti ikki eru komin uppá pláss eftir fleiri árum.
Hóast fartelefonin ikki er góðkent neyðtól á báti, hevði tað verið ein ávísur tryggleiki, um tey, sum hava ábyrgdina av netinum, syrgdu fyri, at hesi viðurskifti koma í rættlag.