"Sig nei til stoffir?"

Skúlin í dag er ikki, sum hann var fyrr. Nú verður javnan skipað fyri verkætlanum og evnisdøgum, har næmingar læra at arbeiða í bólkum við ymiskum evnum

Skúli

Tá ið tey, sum eru tilkomin í dag, vitja ein skúla saman við børnum sínum, sæst skjótt, at skúlin er nógv broyttur, síðan tey tilkomnu vóru ung og skúlabørn. Skúlin er vorðin meira fjølbroyttur og at síggja til eisini meira áhugaverdur.
Í seinastu viku arbeiddu næmingar í báðum sjeyndu flokkunum í Argja skúla við eini verkætlan, sum foreldrini høvdu høvi at síggja í skúlanum mánakvøldið.
Evnini, næmingarnir høvdu arbeitt við, vóru rættiliga ymisk og fjølbroytt, eitt nú ítróttur, tónleikur, móti, rúsevni og stoffir.
Næmingarnir høvdu gjørt uppslagstalvur við teksti og myndum, og við áhugaverdum filmsupptøkum og upplestri greiddu tey frá tí, tey høvdu fingið burtur úr.
Øll evnini vóru áhugaverd á hvør sín hátt.
Ein av bólkunum arbeiddi sum nevnt við temanum, tey kallaðu "stoffir".
Yvirskriftin á talvuni var: Stoffir - sig nei til stoffir?
Ein av samrøðunum, næmingarnir høvdu gjørt, var við Toll og Skatt.
Spontant spyrja næmingarnir, um tey, sum koma til landið við hash, ofta verða tikin.
- Ja, vit taka í flestu førum tey, sum royna at smugla hash. Annars kunnu tey vænta at fáa løgregluna á nakkan!
Koma tey flestu, sum royna at smugla, við Norrønu ella við flogfari, spyrja næmingarnir?
- Tað eru sjálvsagt fleiri, sum verða tikin umborð á Norrønu. Tað er jú størri møguleiki at sleppa ígjøgnum við báti. Annars taka vit eisini nógv, sum koma við flogfari.
Halda tit, at tey, sum smugla, nýta tað sjálvi?
- Ja, tað gongur ofta soleiðis fyri seg, at tey, ið nýta stoffir, skylda nógvan pening fyri stoffir ? og so smugla hesi fyri tey, sum selja. Kanska fáa tey so onkur stoffir afturfyri.
Eru tað fleiri mannfólk enn konufólk sum smugla?
- Tað eru fleiri mannfólk. Men um tað eru fleiri mannfólk enn konufólk, ið taka stoffir, vita vit ikki.
Soleiðis verður spurt, og soleiðis verður svarað. Stutt og greitt. Einki uttanumtos?
Ein áhugaverd løta í Argja skúla sum hugtók.