Móttøka
Rodmundur Nielsen, býráðsformaður í Runavíkar kommunu, helt móttøkurøðuna seinnapartin sunnudagin, tá ið nýggju Beta-skipini, Bakur og Stelkur, løgdu til bryggju í Saltangará.
- Fyrst av øllum vil eg ynskja reiðarínum hjartaliga tillukku við skipunum og bjóða teimum at vera vælkomnum.
Hann vísti á, at tað var ein sera vøkur sjón at síggja Bak og Stelk koma inn um Saltnes.
- Og vónandi verður tað bert ein stór vika, til vit aftur síggja skipini koma inn um aftur - tyngri ísjónum.
Havaldan sjálv
- Dagurin í dag verður mintur sum ein av teimum, har fiskivinnan aftur gjørdi stór
framstig. Hesaferð var tað reiðaríið, Beta, sum uttan serligan háva, men helst sera gjølla umhugsað, tók avgerð um at lata tvey nýggj skip byggja í Spaniu. Vit fegnast eisini um, at maskinverkstaðurin, FJM í Runavík, hevur verið við til at útvega ð verksmiðjuna, at Radiobúðin í Saltangará hevur latið tey nautisku tólini, og at Vónavirkið í Fuglafirði hevur gjørt trolini.
Og Rodmundur helt fram:
- Tað at vera virkin í fiskivinnuni, er sum havaldan sjálv. Stundum er stilt, og alt
gongur eftir vild, og stundum eru brotasjógvar og nógvur mótvindur. At fiskiskapurin er misjavnur, hava vit lært at liva við.
Hann helt tað vera rós vert, at tað eru reiðaríir, ið hava slíkt árræði at seta gongd á
nýggjar verkætlanir sum hesa.
- Karmarnir hjá manningini eru settir í hásæti, og hvør smálutur er væl gjøgnum
hugsaður. At gagnnýta alt, sum kemur á troldekkið, er málið.
Rodmundur segði, at hjá Beta eins og øðrum reiðaríum hevur gingið upp og niður.
- Eg veit, at tað skulu sterkir herðar til at bera uppgangstíðir og niðurgangstíðir.
Hann vísti á, at tað aftur hesaferð er Olaf Olsen saman við sínum mongu góðu fólkum, ið hevur verið "motorurin" undir hesi mennandi framtíðar verkætlan, sum kemur at gagna øllum tí føroyska samfelagnum.
Fram ella aftur
- Vit fegnast sjálvandi um, at Runavíkar kommuna hevur havt framskrúvu seinastu árini, tí einki er, sum eitur at standa í stað. Antin gongur fram ella gongur aftur. Vinnulívið her um okkara leiðir er sera virkið á øllum frontum. Øll ynskja at gera sítt til, at her verður gott at búleikast.
Rodmundur segði seg fegnast um , at tey, sum starvast í vinnuni, ár eftir ár mennast og áhaldandi gera betringar á vinnutól, soleiðis at arbeiðsfólk og sjófólk fáa bestu kor at virka undir.
Hann vísti á, at kommunan hevur havt ógvuliga gott og fyrimyndarligt samstarv við reiðaríið, Beta.
- Eitt av hesum førdi til landingarmiðstøðina á havnalagnum, sum hevur verið ein
týðandi liður í menningini av felagnum. Í november 1996 varð landingarhúsið tikið í nýtslu, har Beta hevur sítt virksemi. Síðan tá hevur nógv virksemi verið í húsinum og við bryggjukantin við fólki úr allari oynni.
Merkt Runavík
Býráðsformaðurin segði, at nýggju og stásiligu skipini eru ein sera vøkur sjón.
- Ikki kann sigast annað enn, at munurin millum hesi bæði skipini og gomlu Kuba-bátarnar er sera stórur. At nýggju skipini eru merkt, Runavík, eiga vit øll at vera errin av ? og ikki minst tit, sum varða av.
Rodmundur segði, at býráðið ikki bert hendan dagin er errið at virkseminum hjá Beta.
- Tað eru vit hvønn einasta dag. Mítt ynski er, at samstarvið millum kommununa
og reiðaríið kemur at styrkjast enn meira, okkum øllum at gagni.
Hann las síðan eina yrking upp, sum Edmund í Garði, sáli, skrivaði í 1957.
Mín bátur er lítil, títt hav er so stórt.
Hoyr, Harri, eg rópi til tín!
Tá bárurnar bróta, og náttin er svørt,
O, lít tú í náði til mín!
Eg veit væl, at eina tín frelsarahond,
kann føra um havið mítt far.
Til vitarnir lýsa á kendari strond,
og havnina eyga mítt sær.
Ja, fylg okkum, Harri um hav og um fjørð,
og signa várt dagliga strev.
So prýði várt yrki ber fosturlandsjørð,
ta eydnuna tú okkum gev.
Mín bátur er lítil, títt hav er so stórt,
men Harri vár, tú ert várt ljós.
Tín stjørna oss lýsir, um náttin er svørt.
Tí sigla vit tryggastu kós.
At enda ynskti Rodmundur Nielsen, at reiðarí, skiparar og manning saman seta sítt álit á hann, ið øllum valdar.