"Tað er tungt bara at liva av SU"

Kristjan Madsen, 24, er kollfirðingur og lesur til el-innleggjara í Danmark. Í løtuni er hann heima, og leygarkvøldið var hann til fiskikapping á Eiði

Hvussu hevur gingið at fiska í kvøld?
- Tú tað er eitt sindur ringt at siga. Eg hugni mær óført, men tað er synd at siga, at eg havi fiska nógv. Skal eg siga sum er, so havi ikki so frægt sum tikið tráuna fram enn.

Hvat gert tú í Danmark?
- Eg eri útlærdur elektrikkari, og í løtuni lesi eg víðari til el-innleggjara. Eg havi gingið eitt ár á TEC (Teknisk Erhverv Center, blðm.), og nú er bara eitt ár eftir.

Hvat dámar tær tað?
- Mær dámar óføra væl. Eg búgvi á Amager saman við unnustuni, og vit bæði eru fallin sera væl til í Danmark.

Hvat gert tú so nú tú ert heima?
- Vit skulu bara vera heima í fýra vikur, so vit koma avgjørt ikki til at keða okkum. Eg skal út við gomlu floksfeløgunum, vera saman við vinfólki og vitja familju. Eisini er ætlanin at arbeiða eitt sindur, tí tað er tungt bara at liva av SU.

Ætlar tú at vitja nøkur tiltøk?
- Ja tað er so púra sikkurt. Har er so nógv at fara til, men eg havi so avgjørt at fara á Summar Festival og G! Sjálvandi eisini á ólavsøku, og har skal eg rógva oldboysróður við Greivanum.

Hvørjum vilt tú heilsa?
- Øllum vinum og kenningum og ynskja teimum eitt frálíkt summar. Og so vil eg eisini senda eina serliga heilsu til Magnu, unnustu mína