"Tey ríkastu" og propagandakallarnir

Thomas Arabo

Propaganda

At reka propaganda er bara ein smartur máti at lúgva uppá. Tjóðveldistoppar hava nú eina tíð propaganderað við, at skattalættin uppá 60 milliónir er farin til "tey ríkastu" og "tey hægstløntu". Eg vísti á, í grein í Sosialinum fyri góðari viku síðan, at hetta passaði ikki, tí tey hægstløntu vóru vard av 50% regluni.

Ì bløðunum nú um vikuskiftið síggi eg, at Niels Juel Arge gevur mær rætt, men samstundis vísir hann á, at tað eru bert heilt høgar inntøkur, ið verða vardar av hesari reglu. Líka mikið, tað eru so "tey hægstløntu" og "tey ríkastu", sum ikki hava fingið skattalætta.

50% markið.

50% markið fer uppeftir, tá ið tær høgu inntøkurnar fáa lætta. Í 1998, tá ið Tjóðveldisflokkurin kom í Landsstýrið, var hetta mark galdandi fyri inntøkur uppá á leið 400 túsund krónur. Henda síðsta hækkingin ger, at markið fer upp frá ca 700 krónum til góðar 830 túsund krónur. Hvar lopið frá 400 túsind til 700 túsund er komið frá, kann NJA kanska greiða okkum frá.

60 milliónir - hvør fær tær?

Havi mett leysliga, um hvussu býtið av hesum 60 milliónunum er. Eri komin fram til, at umleið 15 milliónir fara til inntøkur oman fyri 300 túsund krónur og restin - 45 milliónur - fara til inntøkur frá 300 túsund og niðureftir. Og álvaratos, eg fái meg ikki til at øsa meg upp um, at ein inntøka uppá 25 túsund um mánaðin og minni - harímilum nógvar ungar skuldartyngdar familjur í nýggjum húsum við børnum - fáa ein lætta.

Samhaldsfasti.

Gjaldið til samhaldsfasta verður hækkað í samband við skattalættan. Hækkingin er tilsamans _ % av lønarútgjaldingini, og vit eiga at leggja merki til, at hetta er av øllum lønum, t.v.s, at hetta í mun til skattalættan eisini rakar "tey ríkastu" og "tey hægstløntu". Minnist ikki, at hetta gjaldið, sum í síðsta enda kemur okkara pensionistum til góðar, bleiv hækkað í tíðarskeiðnum 1998 - 2005. Lønirnar oman fyri 300 túsund koma ætlandi at gjalda umleið 8 milliónir um árið, so hetta hjálpir vónandi eitt sindur uppá forargilsið hjá NJA!

Skrivifrælsi.

NJA rekur uppundir, at eg renni ørindir fyri Javnaðarflokkin og nærmast skrivi vegna flokkin. Eg kann forvissa um, at eg skrivi út frá egnu sannføring og vitan, og eg standi bara til svars fyri mínari samvitsku. Eg eri ikki limur í einum so fínum flokki, at eg má biðja um loyvi at hava eina meining og spyrja, hvat eg skal meina.