Jóan Pauli Joensen
rektari á Fróðskaparsetri Føroya
________________________
Grønlendingar hava fingið sína universitetspark ella Ilimmarfik, sum er grønlandska navnið. Í hesum 8000 kvadratmetra stóru húsunum húsast grønlendska fróðskaparsetrið, grønlandska málstovan, setursbókasavnið, grønlandska landsbókasavnið, landsskjalasavnið og grønlendska hagtalsstovan. Grønlendingar yvirhøvur eru sera ernir um hesi hús og ikki politikararnir, sum hava arbeitt fyri at fáa hesi hús bygd.
Andamanari á ferRobert Petersen, sum er grønlandska svarið upp á okkara Christian Matras, segði mær, at upprunin til navnið Ilimmarfik er at finna í orðunum, sum hann segði á donskum: Åndemaner på rejse eller åndemaner på flugt. Á føroyskum verður tað til: andamanari á ferð. Grønlendska orðið ímyndar soleiðis bæði tað forna vísindamannin, andamanarin og tað moderna globala, sum liggur í at vera á ferð. Í hesum føri inn í tað nýggja vitanarsamfelagið. Sjálvur helt Robert Petersen, at navnið var umboðandi fyri, tað sum nýggju húsini stóðu fyri.
Tað eru nakrir mánaðir síðani at flutt var í Ilimmarfik, sum hevði kostað upp í móti 200 milliónum krónum, og kostnaðarmetingin hevði hildið, var sagt. Húsini vórðu ikki dýrari, enn tað varð roknað við. Dagurin 7. mars varð settur sum tann almenni vígsludagurin. Vígslan, sum fór fram í teirri stóru og rúmligu kantinuni á Ilimmarfik og byrjaði fríggjamorgunin stundisliga kl. 10.00 og vardi til umleið kl. 12.00. So mikið nógv fólk komu, at ein stórur partur mátti standa upp teir tveir tímarnar vígslan vardi.
Rúmt til loftið og vítt til veggja
Aftan á at universitetsstjórin Ester Janussen hevði bjóðað vælkomin hildu landsstýrismaðurin fyri útbúgving og gransking Tommy Marø og rektarin Aage Rydstrøm-Poulsen røðu. Landsstýrismaðurin segði m.a., at tað var endamálið hjá landsstýrinum at skapa karmarnar fyri, at so mong ung sum møguligt skuldi kunna fáa hug at fáa sær hægri útbúgving. Næsta var at gera útbúgvingarnar so góðar sum gjørligt. Við Ilimmarfik var málið hjá landsstýrinum at skapa eitt felags forum fyri teir altjóðagranskarar, sum fáast við arktiska gransking og gransking av teimum fólkum sum búgva har, so at altjóða granskingin á hesum øki kom at verða styrkt til gagns fyri Grønland.
Rektarin á Ilisimatusarfik helt eisini eina sera áhugaverda talu. Hann tosaði um, hvussu rúmligt grønlendska samfelagið var, og hansara ynski var, at Ilimmarfik vildi varðveita tað rúmliga eyðkennið, so at tað sum í húsunum sjálvum eisini koma at verða høgt til loftið og vítt til veggja, bæði tá talan var um útbúgving, gransking og um leiklutin hjá tí einstaka menniskjanum, læraranum og granskaranum. Tað var púra greitt, at rektarin á Ilisimatusarfik, grønlendska universitetinum, kendi seg sum tann, sum fyrst og fremst varðaði av teimum nýggju húsunum. Tað var eisini hann, sum tók ímóti gávunum.
At enda helt tann grønlendska vísindakvinnan, Karla Jessen Williamson Pd.D, sum starvast við universitetið í i Saskatchewan, Canada, ein sera áhugaverdan fyrilestur um burðardygga gransking. Hon hevði nýliga tikið doktaragrad sína við University of Aberdeen í Skotlandi, og hon vísti erpin fram doktarabúna sín.
Nýtt logo
Í sambandi við vígsluna av Ilimmarfik var útskrivað kapping um eitt nýtt logo, sum var avdúkað í sambandi við vígsluna. Vinnarin var Paniaraq Rosing Søltoft. Nýggja logoið hevur støði í eini samanseting av ímyndini av tí steini, sum andamanararnir í fornari tíð brúktu, tá teir fyrireikaðu seg til sína andans ferð út í universið – ilimmarneq á grønlendskum, og eini nýmótans teldumús. Universið og cyperspace verður sameinað í hesum fantasifulla og sera vakra logo.
Sjálvandi var tað eisini musikkur, kórsangur og at enda eisini felagssangur. Almenna vígslan endaði við at øll vóru boðin til at fáa sær kaku og ein drekkamunn. Umframt aðrar stórar kakur var eisini ein stór kaka, sum var eitt modell av Ilimmarfik. Alt varð etið rubb og stubb, eisini seturskakan.
Eini øvundaverd hús
Hetta var ein sera hugnalig løta henda fríggjamorgun í frískligum kuldaveðri - kuldin uttanfyri var eini 17 kuldastig. Aftan á vígvluna sluppu vit at síggja húsini. Allir teir stovnar, sum hava innivist í húsunum hava frálík kor. Har var alt, sum kundi ynskjast, skúlastovur, venjingarrúm og auditorium, í hvørjum rúmi var øll tann nýggjasta tøknin, smart-boards og framvísingarkanón undir hvørjum lofti. Alt fungeraði. Har vóru hugnakrókar og kaffikøkur í hvørjum innviki, uppihaldsrúm og súkklukjallari og so ein avbera stór kantina, sum eisini kann nýtast sum samkomuhøll, sum nú henda vígsludagin.
Jú, tað kann ikki sigast annað, enn at grønlendsku politikararnir útfrá sjónarmiðinum hjá einum rektara, veruliga hava dugað at raðfesta til fyrimuns fyri tey “bleytu virðini”. So í løtuni er alt gott og rúmligt, men rundanum er eisini gott pláss til at byggja meira á, tí enn er alt ikki flutt út í Ilimmarfik, eitt nú Læraraskúlin, sum enn heldur til í øðrum hølum.
Skjalavørðurin Niels Frandsen, helt at tað fóru ikki at ganga nógv ár, so var skjalasavnið ov lítið. Bera vit hinvegin saman við tað sum vit eru von við her á landi, so er talan um eina glæstriborg.