Sambært Ekstrablaðnum leggur forsætisráðharrin frá sær innan eitt ár, tí hann skal til Bruxelles at vera ES-forseti Tað hevur ljóðað fleiri ferðir, at Anders Fogh Rasmussen hevur góðar møguleikar at gerast tann fyrsti ES-forsetin. Nú skrivar Ekstrablaðið, at ætlanin verður veruleiki innan eitt ár.
Sambært blaðnum er danski forsætisráðharrin væl umtóktur í Evropa, og sagt verður, at sterkar kreftir arbeiða fyri at fáa hann til forseta.
Ekstrablaðið vil vera við, at Lars Løkke Rasmussen, fíggjarmálaráðharri, skal taka við sum forsætisráðharri, tá Anders Fogh Rasmussen fer til Bruxelles.
Harðasti kappingarneytin hjá Fogh til forsetaembætið er fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Tony Blair, men sambært Ekstrablaðnum er Týskland til reiðar at nýta sýtingarrættin ímóti Blair.